Talv
Sterkasta kapping nakrantíð er júst liðug telvað, og ikki heilt óvæntað vann Kasparov. Fimm vunnin talv og átta javnleikir og einki tap varð skoran hjá honum. Sera sannførandi.
Hetta varð triða árið á rað Kasparov vann í Wijk aan Zee, og hetta bragd hevur eingin megnað fyrr í hesari áralangu traditiónskapping. Í 1999 fekk Kasparov tíggju stig, í 2000 níggju og eitt hálvt og í ár níggju stig. Hesa stigarafturgongd nevndi Kasparov nærum í spølni á tíðindafundi eftir síðsta talv. Tó verður sigur hansara í ár mettur sum hansara besti. Kasparov segði á tíðindafundi at telvingin sum heild í kappingini var undir teirra veruliga støði. Alt ov nógvir smáfeilir kundi síggjast, eisini hjá honum sjálvum, men helt møguliga at tað ómetaliga trýstið sum var á hvørjum telvara ávirkaði telvingina.
Kasparov var undan síðsta umfarinum eitt stig fremstur, og varð javnleikur nóg mikið ímóti Adams. Kasparov hevði lítlan fyrimun tá teir samdust um javnleik. Hann vildi ivaleyst ikki taka nakran kjans.
Júst sum HM-dysturin ímóti Kramnik var av, lovaði Kasparov at í Wijk kom hann sterkt aftur, og hetta hann so sanniliga gjørdi.
Anand framanfyri Kramnik
Eftir teimum fyrstu átta umførunum lá Shirov á odda, síðani tók Kasparov yvir við Shirov og Kramnik í hølunum. Eisini lógu Morozevich, Adams og Ivanchuk væl fyri. Men síðani kom vend í, Shirov fekk í seinastu fimm talvunum bert eitt stig, meðan Anand við eitt vaknaði. Undan teimum trimum seinastu talvunum hevði hann fingið nýggju javnleikir og bert eitt vunnið talv, men eitt reint hattrick ímóti endanum viðførdi at hann kom einsamallur næstur á mál. Anand og Kasparov vórðu teir einastu sum ikki taptu eitt talv.
Kramnik endaði trifremstur saman við Ivanchuk. Eitt hampilig úrslit hjá Kramnik, sum tó ikki kann vera heit nøgdur. Hann tapti bert tað eina talvið ímóti Morozevich. Ein serlig hending í kappingini varð í 11. umfari, tá Kramnik í rættum ítróttaranda tók javnt við hvíta fólkinum, í hesum rættiliga avgerandi talvi, eftir heilt fáir leikir ímóti einum sjúkum Leko.
Ivanchuk hevði eina framúr góða kapping við sínum deilda triðjaplássi.
Á fimta plássi komu Adams, Morozevich og Shirov, meðan Leko skuffaði við bert 50% skoru og einum áttinda plássi. Topalov hevði somuleiðis eina heldur ringa kapping.
Hinir, Fedorov, van Wely, Piket, Tiviakov og Timman endaðu ikki óvæntað í botinum. Timman fekk annars góða byrjan, men tapti útlúgvaður fýra seinastu talvini.
Endaliga støðan sæst aðrastaðni á síðuni.
Í B-bólkinum ognaði 13 ára gamli Radjabov sær sín annað GM norm, og manglar hann nú bert tann triða fyri at kunna kalla seg stórmeistara. Hann endaði nummar tvey aftanfyri Gurevich.
Næsta kapping hjá Kasparov verður í Linares, Spania, frá 22. febrúar ? 7. mars, har hann saman við Shirov, Leko, Judit Polgar, Karpov og Grischuk telva dupultumfør, tvær reisir ímóti hvørjum øðrum. Serliga tvey nøvn eru áhugaverd, nevnliga gamla kjempan Karpov, sum ikki hevur telvað nógv seinastu árini, og Grischuk sum nú fær sínar royndir ímóti tveimum fyrrverandi heimsmeistarum. Sera áhugaverd kapping.
Annar kenningur, Ruslan Ponomariov og superveteranurin Viktor Korchnoi leiktu herfyri 4-4 í einum dysti í Ukraina. Hetta má metast sum eitt gott úrslit hjá skjótt 70 ára gamla Korchnoi, eftirsum Ponomariov nærkast 2700 í rating.
John Arni í hálvfinaluna í KM
John Arni Nilssen tapti sunnudagin hálvfinaluna í kappingini um at finna meistaran í Keypmannahavn. Fjórðingsfinaluna vann hann í umdysti ímóti Torbjørn Rosenlund, men koppaði ikki IM Bjørn Brinck Claussen. John Arni vann fyrsta talv, men tapti seinna talvið, har hann annars hevði kvalitet meira. Í kviktalvsumdystinum tapti hann 1,5-0,5.
Í finaluni hittir Bjørn Brinck Claussen tí unga Henrik El-Kher.
Stórt barnatiltak í Havnar Telvingarfelag
Havnar Telvingarfelag og Talvsamband Føroya skipaðu sunnudagin fyri FM-liðkapping fyri børn upp til 16 ár. Tiltakið eydnaðist sera væl, og heili 56 børn luttóku, harav átta gentur, fýra frá Kollafirði og fýra frá Havn. Fimm feløg vóru umboðað.
Havnin mannaðu fleiri lið, har Havnin 1 vann kappingina við 36,5 stigum. Olaf Berg, Jákup D. Joensen, Mortan Thomsen, Rógvi Mortensen, Bjørgvin Lenvig og Pætur Johannesen mannaðu vinnandi havnarliðið. Klaksvík 1 bleiv nummar tvey og Gøta 1 endaðu á flottum triðja plássi.
Úr Gøtu komu tvey sterk dreingjalið, og tað er stuttligt at síggja at eisini teir kunna. Eisini var toftaliðið væl við.
Eingin dreingjadeild er umboðað í liðkappingini, og tískil varð hetta tiltak roynt. Næsta barnatalvkapping verður í Klaksvík 18. februar. Fýra tey fremstu liðini tilsamans eftir hesum báðum kappingum telva finalukapping í Hósvík samstundis sum síðsta umfar í liðkappingini verður, tá øll liðini telva undir somu lon.
Útsetti dysturin í 2. deild millum Toftir og Klaksvík, bleiv leiktur um vikuskifti, og toftamenn, við Jens Kristian Hansen aftur á fyrsta borði, vunnu stórsigur 3,5-0,5. Sigurin førkaðu teir til upp til annað pláss aftanfyri Havnina.
Nýggj ratað talvkapping byrjar hósdagin 1. februar í hølum Havnar Telvingarfelags. Níggju umfør verða telvað til og við 24. mars, og er hetta avgjørt ein ein góð venjing undan FM á páskum sum verður í Vestmanna.