Kasparov framvegis á toppinum

Saman við trimum øðrum stórmennum telvaði Kasparov í Zürich Credit Suisse Blitz Tournament


Garry Kasparov hevur ikki telvað nakað kappingartalv, síðani hann í mars 2005 boðaði frá, at hann gavst at telva professionelt. Kasparov segði tó, at hann til tíðir helst fór at telva kvikkappingar og snarkappingar.
Hinir telvararnir í Suisse Blitz vóru Anatoly Karpov, Viktor Korchnoi og Judit Polgar. Tey telvaðu tvær reisir móti hvørjum øðrum, og úrslitið varð hetta:
 
1                      Garry Kasparov                       (2812)                      4,5 stig av 6
1                      Anatoly Karpov                       (2668)                      4,5
3                      Judit Polgar                      (2710)                      2,5
4                      Viktor Korchnoi                      (2600)                      0,5
 
Hóast hann trein av pallinum fyri hálvum øðrum ári síðani, var tað ikki óvæntað, at Kasparov vann kappingina. Sum heimsins besti telvari sjálvur segði, so hevur hann hildið styrkina nøkunlunda við at telva nógv snartalv á netinum. Hann fylgir eisini væl við gongdini hjá Topalov og hinum mætu telvarunum í heimselituni.
Heldur óvæntað eydnaðist tað Karpov at gerast fremstur saman Kasparov. Karpov telvaði sum ein brandur og stóð seg eisini væl móti Kasparov (bæði talvini remis). Hjá Polgar gekk tað minni væl, meðan einki eydnaðist hjá superveteraninum Korchnoi.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Ungu talentini vunnu á veteranunum
Við Magnus Carlsen á odda vunnu fimm ungir telvarar á fimm royndum telvarum. Henda serliga kapping endaði týsdagin. Samlaða úrslitið varð 28-22 til Carlsen & Co. Teir telvaðu tvær reisir móti hvørjum øðrum.
Sergey Karjakin (2679) og Magnus (2675) vóru oddamenn hjá talentunum. Hinir vóru Hao Wang (2610) úr Kina og hollendararnir Daniel Stellwagen (2575) og Jan Smeets (2532).
Alexander Beliavsky (2625), Arthur Jussupow (2617), John Nunn (2617), Ljubomir Ljubojevic (2551) og Ulf Andersson (2542) mannaðu eldra liðið.
Magnus fekk 6,5 stig av teimum 10 talvunum. Sama stigatal fekk Beliavsky. Karjakin fekk 6 stig. Magnus er nú millimetrar frá 2700 ratingmarkinum. Summi hava roknað seg fram til, at hann hevur 2699 eftir kappingina.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$