Fyrrverandi talvheimsmeistarin og Putin-atfinnarin Gary Kasparov bleiv fríkendur, tá hann í gjár var í rættinum í Moskva fyri at hava tikið lut í ólógligum mótmælistiltøkum. Kasparov varð tikin saman við fleiri øðrum, tá tey mótmæltu, at tríggjar kvinnur í tónleikabólkinum Pussy Riot høvdu fingið tvey ára fongsul.
Men vitnini hjá løgregluni megnaðu ikki at sannføra dómaran um, at Kasparov hevði gjørt nakað skeivt, og hann bleiv tí fríkendur.
Tann gamli talvsnillingurin sleppur tó ikki so, tí hann er ákærdur fyri at hava bitið ein løgreglumann í hondina, tá hann varð handtikin hesa somu ferðina. Verður hann dømdur sekur í hesum, kann hann fáa upp í fimm ára fongsul, skrivar AFP úr Moskva.