Kasparov einaferð enn

Sjálvt um hann er farin um tey 39 árini, so halda kappingarsigrarnir fram. Hesaferð vann Garry Kasparov eina sterka kviktalvskapping í Moskva

Talv

Síðani Hans Kristian Simonsen fyri júst einum ári síðani vann á Garry Kasparov í simultantelving á Norðoyarstevnu, hevur Kasparov ikki gjørt annað enn at vunnið kappingar aftaná kappingar. Ein øgilig russisk bjørn, sum ei kann temjast.

Radjabov í finaluni
Av teimum mongu luttakararnum í kviktalvskappingini, nevnd Fide Moscow Grand Prix, vóru millum annað Ruslan Ponomariov, Alexander Grischuk, Peter Svidler, Predrag Nikolic og Teimour Radjabov, sum allir hava verið í Føroyum í talvørindum, umframt sjálvandi Kasparov, sum fyri ári síðani bergtók føroyingar, tá hann vitjaði.
Kasparov leikti seg sum væntað í finaluna, har hann á vegnum eitt nú basti Grischuk og Khalifman. Bert Khalifman gav Kasparov hampuliga mótstøðu. Eftir bæði kviktalvini stóð á jøvnum 1-1, og tí mátti umdystur til, sum favoritturin loksins vann 1,5 - 0,5.
15 ára gamli Teimour Radjabov úr Azerbadjan ? somuleiðis upprunaheimlandi hjá Kasparov ? telvaði nærum óhugnaliga væl. Hann gjørdi ikki mætari enn at vinna á bæði Svidler og Ivanchuk, og í hálvfinaluni vann hann eftir umdyst á veterananum Beliavsky.
Finalan varð tí millum Kasparov og Radjabov, sum Kasparov fyri nøkrum árum síðani spáddi eina bjarta framtíð fyri. Men tá talan er um at prógva sítt virði, er Kasparov kompromis-leysur. Hann gjørdi bart við at vinna við hvítum og leika javnt við svørtum uttan hóvasták. Radjabov varð tó stjørnan í Moskva, og við sínum bert 15 árum, fer stjørnan ivaleyst at bleiktra enn meir í nærmastu framtíð.

Fredriksberg Sommerskak
Fredriksberg Skakklub í Keypmannahavn skipaði fyri vikuskiftiskapping 7-9. juni, og ein av føroysku útisetunum hættaði sær við, nevnliga eg sjálvur. Í hesum døgum eru próvtøkudagar, og tískil eru ikki stundirnar nógvar til frítíðarvirksemi hjá flestu útisetunum. Undirritaði hevði tó lokið próvtøku, og fór tí við eldhuga at royna seg í Fredriksberg.
Hampiliga væl gekst í hesari próvtøkuni, tí úrtøkan bleiv eitt annað pláss við trimum stigum av fimm møguligum (vann tvey, tvey jøvn og tapti eitt), og 16 ratingstig rætta vegin á føroyska ratinglistanum.
Tendensurin á føroyska ratinglistanum er góður. Fleiri fara yvir um 2200-markið, umframt at aðrir røkka 2100-markinum. Um 2300 markið hava vit Heina Olsen og IM John Rødgaard, meðan John Arni Nilssen stríðist manniliga at røkka 2400, og hesum málið er hann bert 16 ratingstig frá.