Kasakstan eru klárir

Í seinastu viku nevndu vit, at tað møguliga bleiv so, at landsliðið hjá Kasakstan ikki fekk komið til Føroya, tí øll tey neyðugu pappírini oftani kundu verða tung at avgreiða.
Nú tykist tó, sum um allir hesir trupulleikar brádliga eru loystir.
Ísak Mikladal, aðalskrivari hjá FSF, sigur, at Fótbóltssambandið nú hevur móttikið ein lista við teimu 31 fólkunum, sum eru í ferðalagnum hjá Kasakstan, og sum hann málber seg, so eru tað aðrir og smærri trupulleikar, sum nú verða umrøddir.
- Tað seinasta vit hava tosað um er, hvussu støddin á flagginum hjá teimum skal vera, so tað sær í øllum førum út til, at alt er um at koma í rættlag.
Føroya landsliðið verður ikki savnað fyrr enn leygardagin. Fyrri dysturin móti Kasakstan verður sunnudagin komandi á Svangaskarði, og verður hesin leiktur klokkan 16.00. Seinni dysturin verður á Tórsvølli, og verður hesin leiktur týsdagin kl. 18.45