Kasakstan er ikki at spæla við

Í hesi løtu hitar føroyska landsliðið upp til stóru avbjóðingina í Kasakstan, har fyrsta bríkslið verður klokkan 16 í dag.

Styrkislistin hjá FIFA sigur, at talan er um ivaleysa stóra mótstøðu, hóast hetta er tað liðið, sum er styrkismett lægt, tá ið sæð verður burtur frá føroyska liðnum.

Kasakstan er styrkismett sum nummar 149, og Føroyar eru styrkismettar sum nummar 179. Fyri stuttum vann Kasakstan vinardyst á heimavølli ímóti Georgia 1-0. Í 2008 vóru Føroyar í undankappingarbólki saman við Georgia. Ta ferðina vann Georgia 6-0 í Føroyum og 3-1 á heimavølli.

Kasakstan er eitt av yngstu limalondunum í altjóða fótbóltssamgonguni. Tað var eftir, at kommunistiska Sovjetsamveldið datt sundur fyrst í níti árunum, at landið gjørdist sjálvstøðugt land. Nøkur ár seinni varð landið limur í UEFA og FIFA.

Ivan Eginsson Eysturland hevur stórt innlit í landsliðsfótbólt kring allan heimin. Viðhvørt hevur FSF brúkt sambondini og innlitið hjá Ivani. Eitt nú varð hann av táverandi aðalskrivaranum Ísaki Mikladal stutt undan jólum í 2002 biðin um at fara niður til Manchester á ráðstevnu, sum hevði við landsliðsfóltbólt og fjølmiðlar at gera.

 Í Manchester kom Ivan í samband við umboð fyri fótbóltssambandið í Kasakstan. Hann greiðir soleiðis frá:

-Tá var Kasakstan so nýliga komið upp í altjóða fótbólt, at tað ikki bar teimum til at taka lut í undankappingini, sum tá stóð fyri durum. Umboðsmaðurin segði mær, at teimum longdist eftir møguleikanum at spæla vinardystir. Eg hugsaði beinanvegin, at her var ein møguleiki hjá Føroyum at fáa í lag vinardystir. Kasakstan er ríkt land, tí tað selur nógv gass og olju. Umboðsmaðurin segði, at teir vildu fegnir sjálvir rinda fyri ferðina til Føroya. Við hesum boðum fór eg heimaftur til Føroya, og so bjóðaði FSF teimum henda vegin.

Kasakstan var í Føroyum síðst í apríl í 2003. Teir ynsktu at spæla tveir vinardystir, og soleiðis varð tað. Føroyar vunnu báðar dystirnar – 3-2 og 2-1.

Fyrri dysturin varð spældur á Svangaskarði 27. apríl. Longu eftir eitt korter varð ein av fremmanda monnunum rikin av vølli, eftir at hann hevði brúkt hondina at bjarga við á strikuni. Tað var einki annað at gera hjá íslendska dómaranum enn at fara í reyvalumman eftir reyða kortinum. Tað var harmuligt fyri báðar partar. Jákup á Borg umsetti brotssparkið til mál, og John Peteren og Heðin á Lakjuni øktu um leiðsluna til 3-0. Hóast mótstøðumenninir vóru undirmannaðir, so mentu teir seg, og úrslitið varð 3-2.

Tveir dagar seinni – 29. apríl – vunnu Føroyar 2-1 á Tórsvølli, eftir at Kasakstan hevði lagt seg á odda við brotssparki. Føroysku málskjúttarnir vóru  Andrew av Fløtum og Julian Johnsson, sum eitt korter undan leikloki skoraði sigursmálið.

Tað eru bara tveir spælarar eftir á føroyska liðnum, sum vóru við í vinardystunum fyri gott og væl tíggju árum síðani. Teir eru Fróði Benjaminsen og Súni Olsen.

Mest sum allir spælararnir á kasakstanska landsliðnum eru úr feløgum í heimligu kappingini. Fyri stuttum varð allur fótbóltsheimurin mintur á, at feløgini í Kasakstan megna at standa seg í altjóða kappingum.

Í síðsta undanumfarinum at sleppa í europeisku meistarakappingina spældi skotska Celtic ímóti Shakhter á Astana Arena. Úrslitið var 2-0 til heimaliðið, og harvið var Celtic undan heimadystinum í Glasgow í trongum skóm. Men tað eydnaðíst Celtic at vinna heimadystin 3-0. Málið, sum avgjørdi, at Shakhter skal spæla í europeisku liguni í vetur, og at Celtic skal spæla í meistarakappingini, varð skorað í yvirtíðini.