Amerikanska stjórnin ivaðist ikki, tá hon fekk eitt uppskot um at góðkenna Paddy Ashdown sum ST-umboðsmann í Afghanistan. Tann royndi bretski diplomaturin var júst tann rætti maðurin at senda til Kabul.
Men afghanska stjórnin vil ikki hava Paddy Ashdown til Kabul. Sambært blaðnum The Times stúrdi afghanska stjórnin fyri, at Ashdown fór at fáa ov nógv vald og ov stóra ávirkan sum ST-umboð.
The Times veit at siga, at nógvir vesturlendskir diplomatar í Kabul høvdu glett seg til at fáa Paddy Ashdown hagar. Hann hevur fyrr verið ST-umboð í Bosnia og fekk sera góð skoðsmál.
Í gjár segði Paddy Ashdown við BBC, at hann hevði tikið seg aftur sum ST-umboð í Kabul fyri ikki at órógva viðurskiftini millum London og Kabul. Bretland hevur næstan 8.000 hermenn í Afghanistan, og Hamid Karzai, forseti, hevur funnist at teimum bretsku og teimum amerikonsku hermonnunum í seinastuni. Forsetin vil vera við, at teir fremmandu hermenninir hava skyldina av, at Taliban er komið fyri seg aftur.