New York leggur afghanska forsetan undir at hjálpa rúsevnabarónunum og at verja teir Tað er Thomas Schwich, fyrrverandi serfrøðingur hjá amerikanska uttanríkisráðnum, sum kemur við hvøssum atfinningum at Hamid Karzai.
Í einari grein í New York Times sigur hann, at afghanska stjórnin verjir rúsevnabarónarnar, og at teir størstu rúsevnabarónarnir har suðuri í Afghanistan eru dyggastu stuðlarnir hjá afghanska forsetanum.
Hamid Karzai vísir skuldsetingunum aftur og sigur, at einki land hevur megnað at avmarka rúsevnaframleiðsluna so nógv sum Afghanistan.









