Hamid Karzai fekk bara 47 prosent av atkvøðunum á forsetavalinum í august og sostatt ikki tey neyðugu 50 prosentini fyri at vinna valið. Tað er niðurstøðan, eftir at ein serfrøðingabólkur hevur kannað atkvøðuseðlarnar og skuldsetingar um valsvik. Tað skrivar amerikanska blaðið Washington Post.
ST stóð fyri kanningini, og Washington Post skrivar, at kanningarfólkini eru ovfarin av tí, sum tey komu fram á.
Afghanska valnevndin hevði annars boðað frá, at Karzai fekk 54,6 prosent av atkvøðunum á valinum tann 20. august, og at hansara harðasti kappingarneyti, Abdullah Abdullah, fekk 28 prosent.