Karzai stillar uppaftur

Afghanski forsetin, Hamid Karzai, fer at stilla uppaftur á forsetavalinum, sum verður í heyst -Um nakrar dagar fari eg kunngera, at eg stilli uppaftur, og tað fara mínir varaforsetar eisini at gera, segði Karzai á tíðindafundi í Kabul í dag.

Hamid Karzai er tann fyrsti demokratiskt valdi forsetin í Afghanistan, men hann er ikki so væl umtóktur millum millum fólk longur. Orsøkin er fyrst og fremst, at hann hevur ikki megnað at fáa enda á ófriðinum, og so er stjórn hansara undir illgruna fyri umfatandi korrupsjón.

Eftir lógini eigur Karzai at fara frá tann 20. mai, men tjóðartingið hevur longt skeiðið til tann 20. august.