Karzai gevst

Hamid Karzai, sum hevur verið forseti í Afghanistan síðani ta amerikonsku innrásina í 2001, fer ikki at stilla upp, tá forsetaval verður aftur. Orsøkin er, at sambært grundlógini kann forsetin bara sita tvey valskeið.

Karzai varð settur í forsetaembætið í 2001, tá amerikanararnir róku Taliban frá. Í 2004 varð hann valdur til forseta við 55,4 prosentum av atkvøðunum. Hann varð afturvaldur í 2009, men tað valið var merkt av skuldsetingum um korrupsjón og valsvik, og hansara mótvalevni í seinna umfari sýtti fyri at stilla upp. Endin varð, at valnevndin í Kabul strikaði ein triðing av teimum atkvøðunum, sum Karzai hevði fingið.

Hamid Karzai hevur leingi verið undir atfinningum fyri at samstarva við slík, sum ein forseti helst ikki eigur at samstarva við.