Forsetin í Afghanistan, Hamid Karzai, váttar í dag, at hann fær fíggjarligan stuðul úr Iran. Hann sigur, at peningurin fer til at reka forsetaskrivstovuna, og at tað er ikki bara Iran, sum letur pengar til endamálið.
-Onnur lond, sum eru okkum vinarliga sinnað, hjálpa eisini við ymsum útreiðslum, sigur forsetin.
Amerikanska blaðið The New York Times skrivaði í gjár, at leiðarin í umsitingini hjá Karzai, Umar Daudzai, fær pengarnar, sum koma úr Iran. Blaðið skrivaði eisini, at afturfyri hevur umsitingarleiðarin lagt forðingar í vegin fyri samstarvinum millum afghonsku leiðsluna og USA.
The New York Times vildi eisini vera við, at iransku pengarnir fara í ein loyniligan grunn, sum Karzai og Daudzai brúka til at samsýna tingmonnum og limum í Taliban fyri at fáa teirra stuðul.