Karstin syngur um róðursmannin

Karstin Danielsen hevur innspælt nýggjan sang. Sangurin er týddur úr enskum máli, og á føroyskm eitur hann Róðurmaðurin.

Mikkjal Joensen, sáli, sum nógv kendi sum kokk og slaktara í Klaksvík, hevur týtt sangin til føroyskt. Karstin Danielsen kom at kenna Mikkjal umborð á gamla Sjúrðarberg, har Mikkjal sigldi sum kokkur eina tíð.

Karstin hevur havt tekstin liggjandi í skuffu í nógv ár, men nú hevur hann gjørt álvara av at innspæla sangin. Hesir hava verið við at innspæla sangin:

Sangur: Karstin Danielsen. Kór: Eyðun Jacobsen, Oddmar Marsten og Petur Vitalis. Klaver: Torkil Mørkøre. Gittar, bas og trummur: Erik Biskopstø. Skál: Henning Nicodemussen. Upptøka og ljóðblanding: Erik Biskopstø. Myndir/málningar í video: Hans Skálagarð. Sett saman: Erik Biskopstø

Trýst á pílin í myndini fyri at hoyra sangin.