Enn meira fólk vóru til annað umfarið av FM í guitar Hero, sum var hildið í PUB Manhattan hóskvøldið. Hvørt umfar er skipað eftir kup-skipanini, har øll byrja á lættasta støði og so hvørt sum ein kemur víðari verður støði hækkað.
Í øðrum umfari møttust Martin Heldarskarð og Karstin Petersen.
Finalusangurin var ?Talk Dirty To Me? Martin megnaði at skora 51213 stig og Karstin 131359.
Vinnarin av øðrum umfari var sostatt Karstin Petersen og vann hann ein Lykkelimo-túr við 7 persónum.
Martin og Karstin komu báðir víðari til endaliga finaluumfarið, sum verður í Miðlon 14. februar.