Fótbóltur
Einki er at ivast í, at flestu klaksvíkingar mundu lopið uppfrá, tá tað var kunngjørt, at Jákup Mikkelsen nú fer at leita aftur til barndómsfelagið.
Tað var tó í øllum førum ein leikari, sum ikki bara var fegin um hetta. Karstin Joensen hevur í mong ár verið mettur sum framtíðar maðurin hjá KÍ millum stengurnar, og í fjør fekk hann eisini frá fyrsta bríksli høvi at prógva, at nakað var um tosið. Og tó at KÍ ikki vann heiðursmerki, so var neyvan nakar, sum gav málverjanum skuldina fyri hetta.
Men við tilgongdini av Jákupi Mikkelsen er einki at ivast í, at Karstin aftur fer at fáa leiklutin sum næsta valið til besta liðið, og tað var so ikki nakað, sum evnaríki málverjin bara ætlaði at góðtaka.
Og á heimsíðuni hjá Norðlýsinum verður nú staðfest, at Karstin ikki verður í KÍ komandi árið. Hann fer ístaðin at royna seg hjá ÍF, ið sum kunnugt er í ferð við at brynja seg út til tilveruna í bestu deildini. Tað ljóðaðði annars leingi, at ÍF eisini lá framvið eftir Trónda Vatnhamar úr B36, men tað skiftið tykist nú verða av ongum.
Soleiðis hevur ÍF higartil tryggjað sær tveir leikarar afturat hópinum, sum í fjør flutti upp. Framman undan hevur ÍF boðað frá, at Rúni Elttør eisini fer at spæla við liðnum.










