Kendi danski saxofonspælarin Karsten Vogel er í Føroyum. í hesum døgum og í dag spælir hann væði í Tutl handlinum í Havn og í Hvonn, sum eisini er í Havn
Karsten Vogel er kendur tónleiki her heima. Fyrstu ferð, hann var í Føroyum, var í 1971 við rockbólkinum ?Burning Red Ivanhoe?.
Seinni kom hann aftur sum solistur og spældi saman við føroyskum tónleikarum á konsertum og á fleiri útgávum.
Ein av hansara bólkum um 1980 í Danmark var ?Birds of Beauty?, og tá hann valdi navn til føroyska bólkin tá bleiv tað til Fagrir Fuglar, sum síðani hava spælt konsertir nærum á hvørjum ári.
Hesar seinastu dagarnar hevur Karsten spælt fleiri konsertir á landi og á sjónum, í eftirmiddag kl.16.30 spælir hann saman við KLristian Blak í TUTLhandlinum og seinri í kvøld spæla teir aftur á Hvonn.