Karsten vanvirðir umsiting mína

Bjarni Djurholm, vinnumálaráðharri, leggur nú skrivlig prógv á borðið um, at Karsten Hansen sigur ósatt um tíðarfreistina sum orsøk til, at Norðoyatunnilin ikki hevur fingið pening játtaðan. - Umsiting mín er einki minni enn vanvird av Fíggjarmálaráðharranum, sigur Bjarni Djurholm

"Bjarni var ov seinur við umbøn síni, og tískil lúkaði hann ikki krøvini at fáa pening játtaðan", vóru rámandi orðini í seinastu viku hjá Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharra, í sambandi við eykajáttanina til Norðoyatunnilin, sum enn ikki fyriliggur.
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur í aftursvari sent Sosialinum skjøl, sum kunnu benda á, at Karsten Hansen ber ósannindi í sambandi við, at umbønin um eykajáttan ikki uppfylti krøvini við tíðarfreistini.

Norðoyatunnilin skildur frá øllum hinum
Fíggjarmálaráðharrin vísti í seinastu viku á, at av tí at umbønin kom ov seint og ikki var útreiðsluneutral, lúkaði hon ikki tey krøv, sum ásett vórðu um eykajáttan í rundskrivi í januar, men hesum vísir Bjarni Djurholm beinleiðis aftur, ikki við orðum, men við skjølum, hann í vikuskiftinum hevur sent Sosialinum.
Skjølini vísa, at í umbønini til eykajáttan fyri mars eru fýra mál. Hesi eru søla av Ternuni, avtøka av Vinnuframagrunninum, landsvegur í sambandi við Norðoyatunnilin og setan av kærunevnd í umsiting av barsilsskipanini.
Hesi fýra mál vórðu send Fíggjarmálaráðnum 24. februar í somu umbøn í sama skjali, og sambært Bjarna Djurholm fingu øll málini pening játtaðan, uttan Norðoyatunnilin. Tað, vinnumálaráðharrin við hesum vísir á, er, at talan ikki kann vera um nakra tíðarfreist, sum ikki er lúkað.
- Av eini ella aðrari orsøk, vit ikki kenna til, var tað bert Norðoyatunnilin, sum ikki fekk pening játtaðan. Øll hini málini í okkara umbøn fingu pening uttan vegagerðin í sambandi við Norðoyatunnilin, sigur Bjarni Djurholm.
Talan kann sostatt ikki verða um, at Vinnumálaráðið hevur verið ov seint við umbønini um eykajáttan til tunnilsvegin, tí biðið varð um eykajáttan til nevndu trý endamál í senn. Í prinsippinum er talan ikki um útreiðsluneutrala umbøn, men sæð burtur frá eykajáttanini til Vinnuframagrunnin, so varð talan stórt sæð talan um útreiðsluneutrala umbøn.
Bjarni vísir við hesum á, at um Vinnumálaráðið veruliga hevði verið ov seint við umbøn síni og harvið ikki lúkaði tíðarfreistina, høvdu hini málini í somu umbøn sjálvsagt heldur ikki fingið pening.
- Men tað fingu tey, og tískil er tað ein beinleiðis lygn frá Karsten Hansen, sum hevur sorterað Norðoyatunnilin burtur frá hinum málunum, sigur ein avgjørdur og bersøgin Bjarni Djurholm. Hann vísir víðari á, at stórt sæð var talan um útreiðsluneutralitet, við tað at gamla Ternan samstundis varð sett á sølulistan fyri 350.000 krónur, meðan umbønin til Norðoyatunnilin var á 400.000 krónur.
Umframt hetta sigur Bjarni Djurholm, at í sambandi við fyrispurningin til eykajáttanina var tætt samstarv millum Atla Eiriksson, fulltrúða í Vinnumálaráðnum, og Atla Leo, fulltrúða í fíggjarmálaráðnum.

Rundskrivið umfataði ikki mars mánað
Karsten Hansen sipaði í seinastu viku eisini til áðurnevnda rundskriv, sum varð sent øllum stýrunum, har víst varð á treytirnar fyri eykajáttan. Men sambært Bjarna Djurholm umfataði hetta rundskriv bert august og oktober mánað, og ikki mars, tá umbøn Vinnumálaráðsins um m.a. pening til Norðoyatunnilin varð viðgjørd í Fíggjarmálaráðnum.
- Tískil hongur einki saman hjá Karsten Hansen, og tað tykist, sum hann bert heldur á við ákærandi lygnum móti mær og míni umsiting, slær Bjarni Djurholm fast.

Umsitingin vanvird
Sambært Bjarna Djurholm kann hann ikki lata fara aftur við borðinum, at umsiting hansara verður niðurgjørd og ákærd fyri vánaligt arbeiðslag.
- Sum landssýrismaður ætli eg mær ikki at lata slíkar høpisleysar ákæringar standa ósvaraðar, tí hetta umfatar alt arbeiðsfólk okkara í umsitingini, eisini P/F Norðoyatunnilin og landsverkfrøðingin, sigur landsstýrismaðurin í Vinnumálum.
Sum aftursvar til skuldsetingar Karstens um, at umbønin til pening til Norðoyatunnilin kom ov seint, hevur Bjarni Djurholm á henda hátt skjalprógva, at í øllum førum varð umbønin um pening til fýra mál send sama dag, og at bert peningur til Norðoyatunnilin varð hildin aftur.

Mynd:
Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri, verður av Bjarna Djurholm ákærdur fyri at bera ósannindi viðvíkjandi eykajáttan til Norðoyartunnilin, og leggur Bjarni í dag skjøl á borðið sum prógv fyri hesum