Karsten vann á Annitu

Fríggjakvøldið vórðu Heini O. Heinesen og Tórbjørn Jacobsen valdir í starvsnevndina í Tjóðveldisflokkinum

Politikkur
 
Tað eydnaðist ikki Annitu á Fríðriksmørk at vinna á Karsteni Hansen í kappingini um at verða politiskur næstformaður í Tjóðveldisflokkinum.
Á flokstinginum hjá tjóðveldisflokkinum um vikuskiftið, stillaði Annita á Fríðriksmørk upp ímóti Karsteni Hansen tá ið politiskur næstformaður skuldi veljast.
Ment á ið avtornaði, fekk Karsten Hansen 24 atkvøður, og Annita á Fríðriksmørk fekk 19 atkvøður.
Undan flokstinginum var Heidi Petersen umboð fyri tingmanningina í starvsnevndini. Nú hevur tingmanningin valt Tórbjørn Jacobsen í henda sessin. Heini O. Heinesen er nývaldur í starvsnevndini, sum er víðkað við einum limi. Hallur Ellingsgaard, formaður í aðalstjórnini er organisatoriskur næstformaður. Áki Jacobsen er kassameistari, og Áki Andreassen er skrivari. Formaðurin í Tjóðveldisflokkinum eitur framvegis Høgni Hoydal.