Karsten tekur ikki trupulleikan í álvara

Viðhvørt má eg spyrja um Karsten Hansen býr í sama landi sum eg, sigur Óluva í Gong

 

- Tað eru løtur har eg ivist í um føroyskir politikkarar búgva í sama landi sum eg.  Verðuleikin er tó, at vit búgva í sama landi, og eg eri tí noydd at staðfesta, at heilsumálaráharrin als ikki tekur trupulleikan við tímaløntum starvfólkum í álvara.

 

Tað sigur Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

 

Karsten Hansen hevur greitt løgtinginum frá, at hann dugir ikki at síggja nakran trupulleika í starvsviðurskiftunum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum á sjúkrahúsunum.

 

Tað, hann hugsar um, er, at nógv teir flestu sjúkrarøktarfrøðingarnir hava fast starv og at minni enn 10% av teimum eru tímaløntir.

 

Les eisini: Karsten Hansen sær ikki trupulleikan

 

Óluva í Gong er ikki samd í, at ongin trupulleikar eru.

 

- Staðfestast kann, at fólk sum arbeiða tímalønt er tann yngri parturin av okkara limum, sum ikki hava fingið fast starv. Tað vil siga, at talan er um fólk sum nýðliga eru útlærd, sigur Óluva í Gong.

 

- Fyrsti trupulleikin er, at tímaløntir sjúkrarøktarfrøðingar ikki fáa eftirløn, men ein sjúkrarøktarfrøðingur í føstum starvi fær 15% í eftirløn. Tað merkir, at lønin er 15% lægri hjá tímaløntum enn hjá sjúkrarøktarfrøðingar í føstum starvi.

 

- At teir yngru sjúkrarøktarfrøðingarnir arbeiða tímalønt, er í sær sjálvum ein stórur trupulleiki. Men landsstýrismaðurin í heilsumálum og samgongan, hava gjørt hendan trupulleika enn størri við at seta nýggju eftirlønarlógina í verk. E

 

Eftirlønarlógin ásetur, at ein vaksandi prosentpartur av lønini skal til eftirløn. Tað byrjaði í fjør, tá ið 1% av lønini skuldi rindast til eftirløn, og tað hækkar eitt prosent um árið, til komið er upp á 15%.  

- Fyri tímaløntir sjúkrarøktarfrøðingar merkir tað, at í ár er lønin 17 % lægri enn hjá einum sjúkrarøktarfrøðingi í føstum starvi. Í 2016 verður lønin 18% lægri og í 2029 tá munurin er 30% á muni ímillum ein tímaløntan sjúkrarøktarfrøðing og ein í føstum starvi.

 

- Eg undrist stórliga yvir, at landsstýrismaðurin ikki fyriheldur seg til hendan truplleika, sigur Óluva í Gong.

 

- Ungar kvinnur, sum eru vælútbúnar, eru hjartaliga vælkomnar í okkara grannalondum.  Men er hetta ein vøra, vit vilja útflyta? Hvør skal  lyfta okkara heilsuverk í framtíðini, tá vit hava útflutt fakkunnleikan, spyr Óluva í Gong.

 

Les meiri um støðuna hjá tímaløntum sjúkrarøktarfrøðingum við at trýsta HER