Karsten svarar Kristiani aftur

At landsstýrið samstundis lækkar skattin á pensiónini og hækkar markið fyri, nær trekt verður burturav, er dømi um júst tað øvugta ? nevniliga at landsstýrið ikki tekur innaftur tað, sum verður givið út, sigur Karsten Hansen

Pensjónir
Hósmorgunin sendi Karsten Hansen út eitt tíðindaskriv í sambandi við, at Kristian Magnussen, fyrrverandi landsstýrismaður og tingmaður fyri Javnaðarflokkin, sigur, at landsstýrið tekur við aðrari hondini í pensjónsmálinum.
? Hetta er beinleiðis skeivt. Undir hesum landsstýri eru pensiónsviðbøturnar longu hækkaðar rættuliga nógv og verða prístalsviðgjørdar ella javnaðar við 4 % árliga. Hetta sjálvt um prístaliðlækkar og er niðanfyri 100 í løtuni. Við nýggja uppskotinum er talan um størstu batar í fólkapensiónini nakrantíð í einum valskeiði, fyri tey sum treingja mest, sigur Karsten Hansen.
Hann sigur samstundis eisini, at hevði pensjónin verði prístalsregulerað, so hevði úrslitið verið, fólkapensjónistar fingu enn minni.
? Við at hækka og prístalsregulera viðbøturnar 4 % árliga, sum landsstýrið ger, eru tað júst tey, ið hava minst at liva fyri, ið fáa størsta ágóðan. At prístalsregulera grundupphæddina, sum javnaðarflokurin hevur skotið upp, hevði rakt sosialt nógv skeivari, tí tá hevði hækkingin ikki farið til tey, ið treingja mest.
Hartil er at siga, at um uppskot javnaðarfloksins varð samtykt, so hevði ongin hækking verið nú, tí prístalið er fallið, sigur Karsten Hansen.

Finnleif hartar Karsten
Í Sosialinum i gjár segði Finnleif Guttesen, býráðsformaður á Tvøroyri, at kommunan fór at missa 1,8 mió orsakað av ætlanini hja landsstýrinum. Hetta var Karsten ósamdur við hann um. Hann vísti m.a. á, at Tvøroyrar kommuna hevði fingið pening aðrastaðni frá, eitt nú Landsvegagrunnurin.
Hetta heldur Finnleif vera beinleiðs ósatt.
?Landsvegagrunnurin er sagdur at vera ólógligur, og hetta haldi vera beinleiðis skeivt av landsstýrismanninum at taka við. Tað, sum vit hava fingið úr grunninum, er ikki annað enn tað, ið vit eiga til góðar, og hevur einki við hetta at gera, sigur Finnleif Guttesen.