Eirikur Lindenskov
Limir Starvmannafelagsins í verkfalli hava umgirt Fíggjarmálastýrið á Argjum soleiðis, at eingin sleppur inn í stásiliga glashúsið - heldur ikki fíggjarmálaráðharrin, Karsten Hansen.
Øll starvsfólkini í húsinum - uttan stjórar, leiðarar og onkrir fulltrúar, eru limir í felagnum og tískil rakt av verkfall- og banninum.
Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri er sjálvandi ovastur av øllum í húsinum, og hevur hann skrivstovu sína har, men hana sær hann ikki aftur, fyrr enn semja er fingin í lag millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálastýrið - í øllum førum, um tað verður so, sum blokatufólkið segði gjáramorgunin.
Tað eru ikki starvsfólkini í Fíggjarmálastýrinum, sum standa vakt við bygningin, men limir Starvsmannafelagsins á øðrum stovnum.
Eini 70 fólk eru við sum blokatuvaktir kring fíggjarliga hjartað í landinum, og tey vóru væl fyrireikað.
Útgjørd við regnskjólum, termodraktum o. ø møttu tey klokkan 6:30 gjáramorgunin, og høvdu tey ein stóran buss við, so tey kundu fara inn at kroka í nógva regninum sum var gjáramorgunin. Eisini høvdu tey kaffi og annað gott at leska sær við.
Verkfalsfólkið gjørdi Sosialinum greitt, at hetta tiltakið er meint í sera stórum álvara, og at tey ikki gevast, fyrr enn ein loysn er funnin á trætuni.
Onkur av verkfalsfólkinum helt við fíggjarmálaráðharran, at tað var sera arrogant av honum bara at játta limum Starvsmannafelagsins eina evarska lítla lønarhækking - vil framhaldandi reallønarfalli, meðan politikararnir sjálvur høvdu játtað sær 11.000 krónur meira um mánaðin.
Karsten Hansen var týðuliga firtin um hetta stigið hjá verkfalsfólkunum, men hann vildi einki siga um, hvørji stig hann fór at seta í verk. Heldur ikki vildi hann siga nakað um, hvørt hann ætlar at senda boð eftir fyrrverandi starvsfeløgum sínum í løgregluni til tess at hjálpa sær at sleppa inn.
? Eg fái einki gjørt við at loysa ósemjuna, um eg ikki sleppi inn á skrivstovu mína, tí øll míni skjøl liggja har, segði Karsten Hansen við Sosialin uttan fyri Fíggjarmálastýrið gjáramorgunin.
Hann helt tað eisini vera løgið, at verkfalsfólkið lat blaðmann og myndamann frá Sosialinum arbeiða, meðan hann ikki sjálvur slapp at arbeiða.
Men hesum vístu verkfalsfólkini greitt aftur, og søgdu tey fíggjarmálaráðharranum, at hann er partur í ósemjuni. Tað eru myndamenn og blaðmenn Sosialsins ikki.