Seinnapartin mánadagin verður farið undir arbeiðið at byggja Landssjúkrahúsið út. Tá fer Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, at seta spakan í fyri nýggja bygninginum, sum skal byggjast niðanfyri sjálvt Landssjúkrahúsið. Hetta er bygningurin, sum verður kallaður H-bygningurin hann skal húsa einum nýggjum psykiatriskum depli, nýggjum seingjadeildum, burðarstovum, og nýggjum høli til endurvenjing.
Tá ið nýggi bygningurin verður tikin í nýtslu, er ætlanin, at ein stórur partur av virkseminum hjá Landssjúkrahúsinum omanfyri J.C. Svabosgøtu verður lagt niður og sostatt verður virksemið á sjúkrahúsinum savnað niðanfyri vegin
Byggingin av nýggja H-bygninginum verður ætlandi liðug í 2019 og hann kostar 248 milliónir.
|










