tÍ dag hava Gull-Britt og Karsten Hansen, landsstýrismaður, gullbrúdleyp
Tey halda dagin í Bygdarhúsinum í Leirvík í kvøld.
Karsten Hansen er landsstýrismaður fyri Miðflokkin. Hann hevur fyrr sitið fyri Tjóðveldi. Hann kom upp í landspolitikk sum fíggjarmálaráðharri fyri Tjóðveldi í fullveldissamgonguni í mai í 1998. Hann helt fram í samgonguni frá 2002. Hann var fíggjarmálaráðharri fyri Miðflokkinum eitt skifti í CHE samgonguni í 2008.
Í 2004 varð hann valdur á ting fyri Tjóðveldi í Norðoya valdømi. Tað var í hesum valskeiðnum, at hann fór burtur úr Tjóðveldinum eftir ósemju um grein 266b. Hann stillaði upp fyri Miðflokkin á valinum í 2008 og varð valdur við 808 persónligum atkvøðum. Hann fekk tá fimtflestar atkvøður av øllum løgtingsfólkunum.
Karsten Hansen er føddur 18. auguast í 1944, júst fyltur sjeyti. Hann er útbúgving løgreglumaður í 1966 og hevur eisini verið sýslumaður í Klaksvík.
Karsten Hansen starvaðist sum sjómaður 1959-62 og innan handil 1963-66.
Karsten Hansen sat í Klaksvíkar býráð 1989-98, harav sum næstformaður 1993-98.