Hóskvøldið, fríggjakvøldið og leygarkvøldið fær Café Natúr vitan av Karsten Krambs, sum seinastu 12 árini hevur spælt kring Evropa.
Café Natúr bjóðar mangan útlendskum tónleikarum á gátt, og hetta vikuskiftið verður tað danskarin Karsten Krambs, sum stendur fyri undirhaldinum.
Av Café Natúr verður sagt, at hann er kendur fyri sínar akustisku tulkingar av Brit Pop og amerikanskum nýrokki. Hann hevur eina frálíka rødd, og er altíð sjarmerandi á pallinum.
Karsten Krambs spælir eitt nú tónleik frá 60unum og uppeftir, umframt at hann spælir tað nýggjasta á marknaðinum.
Haraftrat leggur hann seg eftir at spæla kend løg, sum til ber at syngja við til.
Tað er eingin loyna, at føroyingar dáma væl at syngja við til kendar sangir, og tað verður so eisini ein møguleiki hetta vikuskiftið í Café Natúr