Karsten knallar lokið á kassan

Framgongdin í búskapinum er steðgað. Og tí kendi Karsten Hansen seg noyddan at forða fyri, at samlaða lønarhækkingin næstu tvey árini verður 11 prosent. Tað kann koppa búskapinum, sigur landsstýrismaðurin, nú fakfeløgini leggja hann undir at renna ørindi fyri arbeiðsgevararnar og skerja samráðingarrættin

Tað reina humbug.
Tað var fyrsta viðmerkingin hjá Karsten Hansen, landsstýrismanni, til seinasta uppáhaldið hjá fakfeløgunum beint upp undir evstamarkið fyri samráðingunum millum tey fimm arbeiðarafeløgini og Arbeiðsgevarafelagið.
Tey fimm arbeiðarafeløgini vilja vera við, at landsstýrismaðurin við fíggjarmálum hevur lagt seg út í rættin hjá fakfeløgum at samráðast við arbeiðsgevarar, tí hann afturvirkandi hevur vrakað sáttmálan millum SEV og Maskinmeistarafelagið, sum er útgangsstøðið fyri samráðingunum.

Skulu góðkennast
Karsten Hansen vil ikki kennast við, at hann leggur seg út í samráðingarrættin.
? Eg havi ikki lagt meg út lønarsamráðingarnar. Sambært lógini skulu sáttmálar hjá SEV góðkennast av avvarðandi landsstýrismanni. Tað stendur eisini í reglugerðini fyri SEV. Hetta er ikki nakað, sum stingur seg upp beint nú, tí eg havi longu fyri meira enn einum mánað síðan boðað SEV frá, at eg helt lønarhækkingina vera ov stóra, og tað kann eg ikki góðkenna, sum landið liggur, sigur Karsten Hansen.
Hóast hetta, so hevur SEV goldið sínum maskinmeistarum løn sambært nýggja sáttmálanum.
? Eg kann bara siga, at tað er spell, tí eg havi gjørt SEV púra greitt, at eg ikki góðkenni sáttmálan. SEV átti at bíðað eftir einari góðkenning, sigur Karsten Hansen.

Koppa lessið
Fakfeløgini siga hinvegin, at hann brýtur eina siðvenju, ið hevur vunnið hevd.
? Áður hevur hetta ikki verið nakar trupulleiki, tí tá hava arbeiðarafeløgini verið undan hinum. Hesaferð leggur SEV støðið, og tí íkemur trupulleikin. Eg skilji væl, at fakfeløgini leggja tann sáttmálan sum grund, men eg noyðist eg at tala at. Eg havi eina ábyrgd fyri øllum búskapinum í hesum landinum, sigur Karsten Hansen.
Og búskapargongdin er ikki tann, hon hevur verið.
? Allir spádómar siga, at nú er vend komin í eftir nøkur góð ár. Búskaparfrøðingar vænta ikki sama búskaparvøkstur, og tað mugu vit taka hædd fyri. Harafturat kemur, at vit hava latið 125 milliónir krónur í skattalætta. Skulu 11 prosent í lønarvøkstri leggjast omaná, so eru vit um at koppa lessið. Eg havi sum landsstýrismaður skyldu til at kempa ímóti, sigur Karsten Hansen.

Ongi ørindi
Fakfeløgini siga, at Karsten Hansen rennur ørindi fyri arbeiðsgevararnar, og tosar teirra søk. Men tað afturvísir landsstýrismaðurin, ið situr tungt á kassanum.
? Tey vita fullvæl, at ongin skal fortelja Karsten Hansen, hvat hann skal halda. Tann dagin eg meti, at eg ikki gera tað besta fyri føroyska búskapin, so er tíðin komin at leggja frá mær, sigur Karsten Hansen.
Hann vónaði framvegis mikudagin, at Føroyar sluppu undan verkfalli á midnátt, men alt bendi á tann bógvin.