Karsten ivast í avriksløn

Summi fáa meira og onnur minni í lønarposan fyri sama slag av arbeiði. Spurningurin er, um tað er rímiligt, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður

Orðaskiftið um nýggja almenna lønarskipan er gagnligt, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, men hann sær bæði fyrimunir og vansar fyri sær.

? BLF hevur lagt fram nakrar leysar tankar um avriksløn. Einki ítøkiligt uppskot er komið fram, og tí ber illa til at gera ítøkiligar viðmerkingar. Tó haldi eg, at tað sjálvandi skal loysa seg hjá almennum starvsfólkum at gera góð avrik. Vit eiga at bøta um effektivitetin, og hitt almenna eigur eisini at royna at fáa dugnalig starvsfólk at støðast. Spurningurin er tó, um hetta gerst við avriksløn, sigur Karsten Hansen.

Ein nýggj lønarskipan má vera rættvís og rímilig, og tað ivast hann í, um avrikslønin er.
? Avriksløn ber í sær, at summi fáa meira og onnur minni í lønarposan fyri sama slag av arbeiði. Spurningurin er, um tað er rímiligt, sigur Karsten Hansen.

Aðrir partar av avrikslønini hóva honum heldur ikki serliga væl.

? Tær sonevndu avrikspuljurnar fara helst at økja um almennu lønarútreiðslurnar. Trupult er at máta og at meta um avrikið hjá hinum einstaka, og avriksløn kann als ikki brúkast fyri summar starvsfólkabólkar. Eisini eru nógvir av stovnunum og almennu arbeiðsplássunum í Føroyum smá, og tí kann vera tungt at seta avrikslønarskipanina í verk og umsita hana, sigur Karsten Hansen.

Hinvegin er landsstýrismaðurin sinnaður at kjakast um at endurnýggja lønarskipanina og gera hana meiri individuella. Men tað er ikki løtuverk, sigur hann.