Karsten ikki tikið støðu enn

Landsstýrismaðurin við fíggjarmálum hevur enn ikki tikið støðu til, um hann fer at góðkenna nýggja sáttmálan, sum SEV og Maskinmeistarafelagið eru komin ásamt um

SEV og Maskinmeistarafelagið eru komin ásamt um at gera eitt ískoyti til tann upprunaliga sáttmálan, sum Karsten Hansen ikki vil góðkenna.
Fríggjamorgunin fekk landsstýrismaðurin avrit av einum brævi, sum SEV hevur sent Maskinmeistarafelagnum. Í brævinum verður greitt frá, hvat semjan millum SEV og Maskinmeistarafelagið snýr seg um.
Karsten Hansen hevði fríggjadagin á middegi ikki tikið støðu til, um hann fór at góðkenna hetta uppskotið.

Sami sáttmáli
SEV og Maskinmeistarafelagið eru komin ásamt um at gera eitt ískoyti til tann vrakaða tvey ára sáttmálan, soleiðis at sáttmálin verður longdur við einum ári, har lønarhækkingin ikki verður eins høg sum hini bæði árini.
Karsten Hansen vísir á, at hetta í veruleikanum er tann sami sáttmálin, sum hann vrakaði á sinni.
? Tað síðsta árið av sáttmálanum broytir ikki tvey tey fyrstu, sigur Karsten Hansen, sum ikki ljóðar serliga heitur fyri hesum nýggjasta uppskotinum, men hann leggur dent á, at enn hevur hann ikki tikið støðu til, hvussu hann skal fyrihalda seg til nýggja sáttmálan.
Maskinmeistarafelagið hevur gjørt púra greitt, at tað heldur rimmarfast við tann tvey ára sáttmálan, hóast landsstýrismaðurin hevur vrakað hann.
Spurdur um hann kennir seg trýstan av hóttanini frá maskinmeistarunum at leggja arbeiði niður, svarar Karsten, at hetta sjálvandi er við í hansara metingum, men hann vísir samstundis á, at talan ikki er um nakað sjálvtøkuborð av sáttmálum.