Fólkatingsval
Karsten Hansen, sum í hesum valskeiðinum er farin úr Tjóðveldinum og upp í Miðflokkin, hevði eitt sera gott val á fólkatingsvalinum í gjár.
- Eg hevði varhugan av, at eg fór at fáa ein ávísan stuðul, og eg tordi at seta nøsina upp ímóti eini 300-400 atkvøðum, um alt gekk væl. Men at eg fór at fáa heilar 717 atkvøður – ella tvífalt so nógv, sum vónirnar vóru – hevði eg slett ikki droymt um. Eg eri ovfarin, serstakliga fegin og takksamur um stuðulin, eg og Miðflokkurin hava fingið um landið.
Størsta atkvøðutal, sum Karsten áður hevur fingið, var á seinasta løgtingsvali, tá talið var beint omanfyri tær 300.
Formaðurin í Miðflokkinum, Jenis av Rana, fekk tilsamans 279 atkvøður ella 438 atkvøður færri enn Karsten Hansen í fólkatingsvalinum í gjár.
Eftir sannføring
- Tá eg gjørdi av at fara úr Tjóðveldinum av eini ávísari og kendari orsøk, var eg sannførdur um, at avgerðin var røtt. Eg fór ikki úr Tjóðveldinum og upp í Miðflokkin. Men tá eg var farin úr flokkinum, hugsaði eg um, hvat eg gjørdi best. Rættiliga skjótt sá eg, at mín avgerð í nevnda máli setti nøkur ting í ”røring” í fólkinum, og eg fór at ivast í, um eg gjørdi rætt við bara at pakka saman. Eg sá skjótt, at hesi míni sjónarmið, sum gjørdu, at eg tók avgerðina um at fara úr Tjóðveldinum, best kundu foreinast við sjónarmiðini hjá Miðflokkinum. Eg fór upp í flokkin og gjørdi av at taka ”kampin” upp, men tá hugsaði eg serliga um løgtingsvalið komandi.
Karsten sigur, at hann hevur verið glaður hvønn einasta dag, hann hevur verið partur av Miðflokkinum.
- Samstarvið hevur verið einastandandi, og eg má siga, at her hevur als eingin kuril verið í samstarvinum. Eg hevði eisini nógvar góðar løtur í Tjóðveldinum, har eg havi mínar røtur, men sigi eg, at eingin kuril var á tráðnum, lúgvi eg.
Ikki valdssjúkur
Atkvøðuslúkurin sigur, at hann er ikki farin upp í Miðflokkin fyri at taka ræðið í flokkinum.
- Nei, tað hevur als ikki verið í mínum tonkum. Eg havi havt vald næstan alt mítt lív, og tað er einki mál í sær sjálvum. Tá eg fór upp í Miðflokkin, var tað avgjørt ikki við tí í hyggju at taka valdið í flokkinum, men fyri at bera míni sjónarmið fram.
Hann sigur, at tað verður landsfundur floksins, sum tekur avgerðina um, hvør verður formaður í Miðflokkinum í framtíðini.
- Eg eri slett ikki ”svangur” eftir at gerast formaður í flokkinum hóast dygga stuðulin, eg havi fingið, men fari at stríðast fyri teimum málum, sum eg standi fyri. Eg fari framhaldandi at fylgja míni samvitsku og vera trúgvur móti tí, eg havi sett mítt álit á. So, má politisk telving um einstøk mál heldur koma í teirri røð, tey koma.
Spurdur, um hann framvegis er fullveldismaður, nú hann er vorðin atkvøðuslúkur í Miðflokkinum, sigur Karsten Hansen avgjørdur.
- Ja, tað eri eg um ein háls, og her er einki broytt.