Peningatrot
Undirvísingar- og Mentamálastýrið hevur gjørt ov lítið fyri at finna pengar á egnari játtan til Læraraskúlan, sigur løgmaður. Stýrið bað í februar Fíggjarmálastýrið um eykajáttan til Føroya Læraraskúla, men fekk longu tá at vita, at teir pengarnar kundi Fíggjarmálastýrið bara lata, um Undirvísingar- og Mentamálastýrið kláraði at spara teir inn aftur á aðrari konto hjá Stýrinum.
Tann sparingin er ikki komin fyrr enn nú, tað er líkt til, at Læraraskúlin ikki kann taka nakran nýggjan flokk inn orsakað av peningatroti.
Eykajáttanin, sum nú er latin Føroya Læraraskúla við fíggjarnevndarskjali, eru somu pengar, sum vóru settir av til at varðveita gamla býlingin i Koltri fyri.
Undirvísingar- og Mentamálastýrið hevur flutt pengar millum tvær konti hjá Stýrinum, soleiðis at útreiðslan, sum stendst av trotinum hjá Læraraskúlanum, gerst neutral dyri Undirvísingar- og Mentamálastýrið.
Tað at bjargingin av Læraraskúlanum er útreiðsluneutral, er eftir kravi frá Fíggjarmálastýrinum. Og tað kravið setti Fíggjarmálastýrið Undirvísingar- og Mentamálastýrinum longu í februar mánaða. Men Undirvísingar- og Mentamálastýrið hevur so ikki fyrr enn nú funnið peningin á aðrari konto.
Fráboðan í februar
Petur Petersen, aðalstjóri í Undirvísingar- og Mentamálastýrinum, sigur, at Stýrið í skrivi til Fíggjarmálastýrið tann 12. februar gjørdi vart við, at Læraraskúlanum fór at tørva eina hálva millión krónur fyri at fáa raksturin at hanga saman. Fekk skúlin ikki hesa hálvu milliónina, varð fryktandi fyri, at eingin flokkur varð tikin inn á skúlan komandi skúlaár. Tí varð Fíggjarmálastýrið biðið um at lata Føroya Læraraskúla hesa hálvu milliónina aftrat. Men tað gjørdi Fíggjarmálastýrið so ikki.
Ymiskt hevur síðan verið frammi í hesum máli, og nú er eisini løgmaður komin uppí.
Í skrivi til landsstýrismannin við undirvísingar- og mentamálum dagfest tann 18. juli 2001 sigur løgmaður frá, at landsstýrið hevur samtykt, at taka undir við umsókn frá Undirvísingar- og Mentamálstýrinum um at lata Føroya Læraraskúla eina eykajáttan upp á 500.000,- krónur. Grundgevingin hjá løgmanni er, at um hendan játtan ikki verður latin, verður helst eingin flokkur tikin inn, og so er jú eingin meining í at hava skúlan, sigur løgmaður í viðmerking við Sosialin.
Løgmaður sigur í skrivinum til landsstýrismannin við undirvísingar- og mentamálum, at landsstýrið á ongan hátt kann góðtaka, at játtanartrupulleikar, sum áttu at verið eyðsýndir fyri langari tíð síðan, gerast bráðfengistrupulleikar.
Víðari sigur løgmaður í skrivinum, at hann vil hava málið kannað av uttanfyristandandi persóni og vil eisini hava úrslitið at vita, beinanveg kanningin er liðug.
Tað hevur verið frammi, at tað er landsstýrismaðurin við fíggjarmálum, sum hevur verið afturhaldandi við at játta pengarnar til Læraraskúlan. Roynt varð at fáa viðmerking til málið frá Karsteni Hansen, men tað eydnaðist ikki, áðrenn blaðið fór til prentingar.
Karsten ósekur
Men løgmaður sigur í viðmerking, at tað er ikki heilt rætt, at tað er landstýrismaðurin við fíggjarmálum, sum hevur ligið í buktini.
Tá Undirsívingar- og Mentamálstýrið í februar bað um hasa hálvu milliónina til Læraraskúlan, varð svarið frá Fíggjarmálastýrinum, at Undirvísingar- og Mentamálastýrið sjálvt mátti finna pengarnar á egnari játtan, soleiðis, at veitingin til Føroya Læraraskúla gjørdist útreiðsluneutral.
Tað gjørdi Undirvísingar- og Mentamálastýrið ella táverandi landsstýrismaðurin ikki. Og sostatt komu vit heilt langt út í juni mánaða, uttan at Læraraskúlin hevði nokk av pengum at arbeiða við, sigur løgmaður.
Men nú stóð so nógv á, at tað so at siga stóð um lív, og tá bar til at flyta eina hálva millión millum konti hjá Undirvísingar- og Mentamálastýrinum. Nærri ásett av kontoini til varðveitan av gamla býlinginum í Koltri til Føroya Læraraskúla.
? Hevði Undirvísingar- og Mentamálastýrið og avvarðandi landdsstýrismaður funnið hasar pengarnar í februar, sum Fíggjarmálastýrið bað um, høvdu teir verið játtaðir beinanveg tá. Tað er eingin ivi um tað, sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður. Og so høvdu vit eisini verið sloppin undan hesum stríðnum, sum nú hevur verið.










