Karsten hevur hvørki havt tíð ella pengar

Arbeiðið skipa tey trý sjúkrahúsini í landinum, hevur drigið út men nú verður hol sett á

Arbeiðið at útgreina, hvussu tey trý sjúkrahúsini í landinum skulu skipast, hevur drigið út.

Tað ásannar Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, tingkvinna fyri Fólkaflokkin, hevur verið rættiliga ótolin eftir at fáa Karsten Hansen at greina út, hvussu tey trý sjúkrahúsini skulu skipast, og hvørjar sergreinar skulu verða á hvørjum sjúkrahúsi.

Og nú hevur hon enn einaferð spurt landsstýrismannin, hví hann ikki er komin á mál við hesum.

 

Karsten Hansen sigur, at arbeiðsorkan í heilsumálaráðnum er avmarkað og higartil hevur hann brúkt orkuna til at seta heilsunýskipanina í verk við heilsudeplum kring landið og har endamálið er at leggja størri dent á fyribyrgjandi arbeiðið.

 

Tað eru eisini onnur arbeiðsøki, sum hava kravt nógva arbeiðsorku, eitt nú at dagføra lógarverkið á økinum.

Eitt nú hava vit fingið nýggja autorisatiónslóg fyri heilsustarvsfólk, autorisatiónslóg fyri sálarfrøðingar, lóg um euforiserandi evnir og lóg um siðseminevnd og gransking.

 

- Við øðrum orðum er tann avmarkaða orkan, sum er í Heilsumálaráðnum, serliga brúkt til at seta átøkini í heilsunýskipanini í verk umframt at fáa dagført lóggávuna, sum er alneyðugt at fáa gjørt, sigur Karsten Hansen.

 

- Hetta merkir tó ikki, at onki hendir við at skipa og samskipa serlæknaøkini millum sjúkrahúsini.

Hann nevnir í hesum sambandi, at samstarvsavtalur eru gjørdar ímillum sjúkrahúsini og onkur onnur er ávegis.

 

- Ætlanin er framvegis at fara undir arbeiðið við eini serlæknaætlan og at áseta, hvørji serlæknaøki eru nátúrligir partar av føroyska heilsuverkinum, hvussu tey skulu skipast, og hvørjar tænastur heilsuverkið eigur at keypa uttanlands.

 

- Ætlanin var at seta hetta arbeiðið í gongd í heyst, men vegna aðrar uppgávur, er hetta arbeiðið seinkað nakað, Men ætlandi fer tað í gongd í vár, sigur Karsten Hansen.