Karsten Hansen vil ikki verða kallaður lygnari

- Eg kann ikki góðtaka, at giktfelagið skuldsetir meg fyri at lúgva fyri, sigur landsstýrismaðurin í heilsumálum

 

- Tað hevur stóran týdning fyri meg, at fólk við gikt fáa eina góða viðgerð í Føroyum.

 

Tað sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum. Í gjár var hann fyri óvanliga hvassorðaðum atfinningum frá Giktafelag Føroya og har varð hann beinleiðis lagdur undir at lúgva.

 

- Munandi batar eru longu framdir á  økinum. Fleiri pengar eru settir av, og framvegis verður arbeitt á fleiri mótum at skapa so góð viðurskifti sum gjørligt fyri sjúklingarnar, sigur landsstýrismaðurin.

 

Hann staðfestir, at serlæknin í gikt hevur ikki verið nøgdur við ymisk viðurskifti og síðsta summar boðaði hann frá, at hann gavst í starvinum 1. januar í 2015,  vórðu ymisk krøv ikki eftirlíkað.

 

- Bæði eg sjálvur sum landsstýrismaður og leiðslan á Landssjúkrahúsinum hava síðani fráboðanina arbeitt við at fáa hesi viðurskifti upp á pláss. Í hesum sambandi varð peningur varð settur á fíggjarlógina fyri í ár til ein serlækna í gikt afturat. Ein av atfinningunum hevur verið, at vaktarbyrðan hevur verið ov tung við bert einum føstum giktalækna. Nú røkist fyri, at tveir serlæknar í reumotologi vera á Landssjúkrahúsinum.

 

Samstundis er kravið um at fáa sjúkrarøktarfrøðing upp í tíð, gingið á møti og hølisviðurskiftini á Landssjúkrahúsinum eru fingin í rættlag. Og hann heldur, at ákærurnar frá giktafelagnum um at lúgva, eru grovar.

 

- Málið snýr seg um, at eg havi greitt Løgtinginum frá, at peningur er fluttur frá privatum serlæknavirksemi, sum verður fíggjað av Heilsutrygd, til ístaðin at raðfesta viðgerð av giktasjúklingum á Landssjúkrahúsinum.

 

- Ein partur av hesi umraðfesting fer til at seta nýggjan giktaserlækna afturat tí verandi, júst sum han bar ynski fram um.

 

- Hendan umraðfesting er gjørd í samráð við, og eftir initiativi frá leiðsluni á Landssjúkrahúsinum, sum harvið hevði møguleika at eftirlíka ynskinum um at fáa ein serlækna afturat.

 

- Eg gjørdi mær tá tann ómak at spyrja leiðsluna, um giktalæknin var við upp á ætlanina. Tað fekk eg at vita, at hann var, sigur Karsten Hansen.

  

- Fyri at skera út í papp, hevur ynskið leingi verið um, at giktaøkið bleiv raðfest við enn einum serlækna, tí sum einsamallur serlækni var Pero Sore ovbyrjaður og mátti arbeiða fyri tveir.

 

 

Við at trýsta HER, sæst, hvussu Karsten Hansen útgreinar síni sjónarmið um viðgerðina av gikt í Føroyum

 

 

- Loysnin var at seta tveir læknar, so vaktarbyrðan minkaði. Hetta er ein støða, sum bæði gagnar sjúklingum og og læknum, sigur Karsten Hansen.