Karsten Hansen vil ikki verða kallaður lygnari

? Sosialurin hevur skuldsett meg fyri at lúgva og tað skal hann sleppa at prógva, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum

 

Ærumeiðing

 

 

 

?Sosialurin hevur skuldsett meg fyri at lúgva og tað finni eg meg slett ikki í.

 

Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur tikið sær greinina í Sosialinum leygardagin rættiliga nær.

 

So nær, at hann nú hevur biðið sakførara koma upp í málið.

 

Leygardagin skrivaði Sosialurin um fíggjarligu trupulleikarnar á Lærarasakúlanum . Í tí sambandi hevði sosialurin fingið innlit í skjøl, sum vístu, at longu í februar í ár varð landsstýrismaðurin í fíggjarmálum kunnaður um trupulleikarnar hjá Læraraskúlanum.

 

Hetta hendi ,tá ið landssstýrismaðurin í mentamálum mælti Karsten Hansen til at søkja Løgtingið um eina hálva millión á eykajáttanarlógini, sum skuldi leggjast fyri tingið tá.

 

Men tað vildi Karsten Hansen ikki og tí var Læraraskúlin ikki við, tá ið umsókn um eykajáttan til ymisk endamál varð løgd fyri tingið.

 

Hetta gjørdi at Sosialurin kom til ta niðurstøðu, at Karsten Hansen hevði sagt ósatt, tá ið hann fyri stuttum segði alment, at trupulleikin á Læraraskúlanum var nýggjur fyri honum.

 

 

 

Skal prógvast

 

Karsten Hansen følir seg so ærumeiddan av greinini í Sosialinum, at hann hevur biðið sakførara koma upp í málið.

 

Tá ið vit tosaðu við hann í gjáramorgunin, bíðaði hann eftir eini frágreiðing frá sakføraranum.

 

? Sosialurin hevur lagt meg undir at lúgva og tað finni eg meg ikki í. Hetta er ein skuldseting, sum Sosialurin skal sleppa at prógva, sigur Karsten Hansen.

 

Karsten Hansen sigur, at tað er ikki nýtt fyri sær, at Læraraskúlin hevur trot á peningi.

 

? Orsøkin til, at umsóknin frá februar um at seta Læraraskúlan á eykajáttanarlógina, var, at tá var ikki talan ikki at finna peningin á onkrari aðrari játtan hjá mentamálastýrinum. Tá var hinvegin talan um at játta mentamálastýrinum meiri pening til at lata Læraraskúlanum.

 

Annars hevur Karsten Hansen als ongar viðmerkingar til Sosialin um málið.

 

? Hetta fer at verða loyst upp á ein heilt annan máta, sigur Karsten Hansen.