Mangla 778 milliónir í kassanum hjá Landsbankanum ella manglar ikki?
Tað er spurningurin, sum Karstin Hansen og Bárður Nielsen mikudagin brúktu eina góða løtu at trætaðust um í Løgtinginum.
Karsten Hansen, sum umsat fíggjarmál í seks ár í undanfarnu samgongu og Bárður Nielsen, sum hevur umsitið fíggjarmál í trý ár í hesi samgonguni, vóru rættiliga í hornatøkum í Løgtinginum í mikudagin um milliónir og heilar milliardir.
Karstan Hansen staðfesti, at tað mangla heilar 778 milliónir í Landsbankanum.
Hann staðfesti at Landsbankin hevur mett, at í ár verður bruttotjóðarúrtøkan í 11.540 milliardir.
- Eftir reglunum skal minsta innlán í Landsbankanum verða 15% av bruttotjóðarúrtøkuni, ella 1, 731 milliard, segði hann.
Hann segði, at Landsbankin upplýsir, at í februar var minsta innlánið 953 milliónir krónur.
- Fyri at lúka lógarásettu krøvini, mangla sostatt 778 milliónir í kassanum, staðfesti gamli landsstýrismaðurin í fíggjarmálum.
Karsten Hansen vildi tí hava at vita frá Bárði Nielsen, um hann heldur, at tað er í samsvari við ætlanina hjá Løgtinginum, at tað soleiðis verður vikið frá reglunum.
Hann vildi eisini hava at vita, hvat ætlanin er at gera, fyri at lúka ásettu krøvini.
Karsten Hansen staðfesti somuleiðis, at síðani hendan samgongan tók við, er nettoskuldin hjá Landinum bara minkað 167 milliónir, hóast 600 milliónir vórðu tiknar úr Føroya Banka sum vinningsbýti, har tað var ein politisk avtala, at tær skuldu brúkast at rinda skuld við.
Hann vildi tí eisini hava at vita, um hetta er nøktandi, samstundis sum tað “rennur úr landskassanum” og stór byggjarí verða fíggjað uttanfyri landskassan.
Hann duldi ikki fyri, at hann stúrdi fyri gongdini, tí virksemið er stórt og tað almenna hevur eftir øllum at døma verið noytt at lænt pening fyri at fylla á tangan eftir, sum hann tók til.
- Innlánini í Landsbankanum er farin heilt av leið, var niðurstøðan hjá gamla landsstýrismanninum í fíggjarmálum.
Ongin lóg er brotin
Men Bárður Nielsen var alt annað enn samdur í hesi framsetingini hjá undanmanninum.
- Ongin lóg er brotin, tí lógin loyvir landskassanum at læna úr landsbankanum.
Hinvegin er málið hjá landsstýrinum at betala alla almenna skuld og eisini skuldina til landsbankan og tað skal gerast við at hava avlop á fíggjarlógini og við peningi frá einskiljingum.
Hann vísti eisini á, at Karsten Hansen gjørdi skeivt upp, tí tað rætta er, at innlánið í landsbankanum er góðar 200 milliónir við síðurnar tí, sum er ásett í reglunum.
Hann er heldur ikki samdur í, at skuldin hjá landskassanum bara er minkað 167 milliónir.
Veruleikin er, at skuldin er minkað heilar 900 milliónir hetta seinasta árið.
Hann vildi heldur ikki kennast við, at tað rennur úr landskassanum.
- Tað er ikki rætt, tí har stendur framvegis meiri enn ein milliard.
Hann gav heldur ikki geva undanmanninum rætt í, at byggjarí verða fíggjað uttanfyri landskassan.
- Higartil er onki nýtt projekt sett í gongd í hesum valskeiðnum, sum verður fíggjað uttanfyri landskassan. Tað einasta, sum talan er um, eru tey byggjarí, sum eru sett í gongd, eitt nú Vágatunnilin og Norðoyatunnilin.
Yvirskipað segði Bárður Nielsen, at landskassin hevur betalt 900 milliónir aftur í skuld, men gjaldførið er bara minkað 300 milliónir, tí vit hava havt avlop á rakstrinum og fingið vinningsbýtið útgoldið.
Karsten Hansen staðfesti at hann helt seg ikki til annað enn til tølini á heimasíðuni hjá Fìggjarmálaráðnum og Landsbankanum og hann gekk bara út frá, at tær vóru álítandi......
Hann vísti eisini, at hendan samgongan hevur samtykt at fíggja skúladepil í Marknagili uttanfyri fíggjarlógina.
Desperat eftir at selja
Tórbjørn Jacobsen ásannaði, at ongin lóg er brotin, men tað er ein áseting um, at 15% av bruttotjóðarúrtøkuni skulu altíð standa í Landsbankanum og tað hevur politiska valdið higartil hildið seg strangt til.
- Sum støðan er nú, manglað altso 778 milliónir í fyri at lúka hesa ásetingina.
Hann segði orsøkina vera, at hendan samgongan í stóran mun bygdi sín politikk á eina brúkaraveitslu, sum ikki fer at halda fram.
- Tað er ein orsøk til, at samgongan er so “desperat” eftir at fáa Føroya Banka seldan sum skjótast, fyri at bøta um gjaldførið aftur, so at hendan brúkaraveitslan kann halda fram.
Bill Justinussen helt tað vera sjáldsamt, at innlánið í Landsbankanum er komin niður um 15% av bruttotjóðarúrtøkuni, tá ið hugsað verður um, hvussu stórt virksemið er.
- Er landskassin ikki betri fyri enn so, hóast tíðirnar eru so góðar, sum tær eru, er ikki ringt at ímynda sær, hvussu støðan verður, tá ið vit fáa eitt búskaparligt nos aftur.
Kaj Leo Johannesen helt turrisliga fyri, at tað mátti geva útslag onkustaðni, at undanfarna samgonga skerdi blokkin, so at føroyska samfelagið higartil hevur mist tvær milliardir í inntøku.
- - -
Fyri okkum vanligu deyðiligu, sum ikki hava hundraðtals milliónir og enn minni millardir at rutta við, kann ein hóskandi spurningur vera, hvussu tað ber til, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum og undanmaður hansara, kunnu vera so rúkandi ósamdir um turr tøl....









