Karsten Hansen: Soleiðis kann mann ikki arbeiða

?Tað ber ikki til, at einstaklingar í samgonguni fara í sjálvdrátt, soleiðis sum Jákup Sverri Kass ger í einum so stórum, týdningar miklum máli, sum hesum

Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum hevur ikki tikið tað væl upp, at Jákup Sverri Kass nú ætlar sær at taka stig til at fáa løgtingið upp í málið.

Karsten Hansen, sum hevur ábyrgdina av samráðingarnar av samráðingunum fyri landið, er framvegis av teirri áskoðan, at løgtingið skal ikki leggja seg uppí samráðingarnar.

Men at tað skal vera ein tingmaður í sjálvari samgonguni, sum ætlar at taka stig til at fáa løgtingið uppí, hevur hann tikið serliga illani upp.

Hann sigur, at tað ber heilt einfalt ikki til, at einstaklingar í samgonguni fara í sjálvdrátt og taka stig til at leggja eitt so stórt og týdningarmikið mál fyri tingið, uttanum samgonguna, sigur Karsten Hansen.

? Eg rokni ikki við, at hann fær nógvar tinglimir úr samgonguni at skriva undir eitt uppskot um at leggja fyri tingið. Tvs, at hann skal hava flestu undirskrivtirnar úr andstøðuni, kanska saman við onkrum einstaklingum úr samgonguni.

Hvørjar avleiðingar hetta hevði fingið, vil hann ikki útgreina.

Tað einasta, hann vil siga er:

? Soleiðis kunnu vit ikki arbeiða í eini samgongu, og eg rokni við, at tá ið tað kom tilstykkis, hevði Jákup Sverri Kass hugsað seg tvær ferðir um, áðrenn hann tók eitt slíkt stig, sigur landsstýrismaðurin.

Karsten Hansen sigur, at hann hevur greitt Jákup Sverra Kass frá álvaranum í málinum.

Men Jákup Sverri Kass sigur, at hann hevur fleiri ferðir boðað Karsten Hansen frá, at hetta bleiv endin, um ikki okkur hendir

Tó sigur hann, at hann ger onki, nú útlit vóru til at samráðingarnar fara at vera tiknar uppaftur.

Hevði hendan fráboðanin ta ávirkan, at hon hjálpti til at fáa partarnar aftur til samráðingarborðið, er ikki so lítið vunnið, helt hann.

Annars hevur hann sjálvur merkt, at fráboðanin frá honum í Sosialinum í gjár, hevur vakt ans. Hann hevur fingið ein hóp av teldubrøvum, bæði frá lærarum, sum vóru ímóti ætlanini og frá foreldrum, sum vóru fyri og hann brúkti fleiri tímar í gjár um at svara aftur.