Karsten Hansen skal í samráð um screening

– Trivnaðarnevndin hjá Løgtinginum fer at biðja landsstýrismannin í Heilsumálum um at koma til samráð skjótast gjørligt fyri at geva frágreiðing um leiðreglurnar hjá Landssjúkrahúsinum um m.a. screening fyri bróstkrabba ella mammografi til kvinnur.

Tað sigur Rósa Samuelsen, sum er forkvinna í Løgtingsins trivnaðarnevnd.

Hon heldur tað vera hárreisandi at hoyra í Útvarpinum í kvøld, at ein kvinna, sum hevur knykil í bróstinum ikki verður kannað víðari í heilsuverkinum.

– Tá ein kommunulækni sigur, at ein persónur skal kannast, so skal ein kannast. Um leiðreglur skulu gerast fyri, nær og hvussu ein verður kannaður ella viðgjørdur, men sum á nakran hátt eru ein forðing, er alneyðugt at strika allar leiðreglur ella broyta tær beinanvegin, sigur hon.

– Um leiðreglur skulu gerast, skal endamálið til eina og hvørja tíð vera at veita eina so skjóta gongd sum gjørligt, fyri at koma í viðgerð. Eingin borgari skal óneyðugt liva í ótta. Hvør dagur við ótta er við til at niðurbróta ein persón og minka um lívsdygdina munandi, bæði hjá tí rakta og familjuni. Einhvør føroyingur skal til eina og hvørja tíð føla seg tryggan, tá ein skal hava sjúkrahjálp frá heilsuverkinum, sigur Rósa Samuelsen.