- Eg dugi ikki at síggja trupulleikan.
Tað sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum.
Ferð eftir ferð, hava vit fingið at vita frá ymsum politikarum, at tað er at kalla vónleyst hjá sjúkrarøktarfrøðingum, at fáa fast starv í heilsuverkinum.
Ført verður eisini fram, at slík viðurskifti sum hesi, gera sítt til, at fólk ikki støðast í landinum, men taka til rýmingar uttanlands.
Nú hevur Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, spurt landsstýrismannin, hví tað er so ringt hjá sjúkrarøktarfrøðingum at fáa fast starv.
Hon vísir á, at síðsta summar fingu 17 sjúkrarøktarfrøðingar prógv í Føroyum, men vísti tað seg, at eingin av hesum 17 høvdu fingið fast starv her heima.
Størvini, ið hesir 17 sjúkrarøktarfrøðingarnir høvdu fingið boðið, vóru sum summarferiuavloysarar, farloyvisstarv, summarferiuavloysari í eitt avmarkað tíðarskeið og onkur annar sum tímaløntur avloysari.
Karsten Hansen sigur afturímóti, at nógv teir flestu sjúkrarøktarfrøðingarnir í heilsuverkinum eru í føstum starvi.
- Í 2014 vóru minni enn 5% av størvunum á Klaksvíkar sjúkrahúsi tímalønt, á Landssjúkrahúsinum og á Suðuroyar sjúkrahúsi var talið umleið 10%.
- Sjúkrahúsini siga, at tað er sera lítil útskiftingin í hópinum av sjúkrarøktarfrøðingum, sigur Karsten Hansen. Hann heldur, at hetta er eit tekin um, at sjúkrarøktarfrøðingar støðast væl í sjúkrahúsverkinum.
- Men samstundis ber hetta í sær, at longri verður ímillum leysu størvini.
Landsstýrismaðurin vísir eisini á, at orsøkin til, at talið á størvum til sjúkrarøktarfrøðingar hevur staðið at kalla í stað seinastu árini, er tann, at í nógv ár er játtanin til heilsuverkið ikki hækkað nokk til at tað er nokk til at starvsfólkatalið kann vera óbroytt.
- Hetta merkir, at eingi nýggj størv koma afturat teimum verandi.
Karsten Hansen sigur eisini, at í fjør vóru 269 størv til sjúkrarøktarfrøðingar á Landssjúkrahúsinum. Av teimum vóru 244 sjúkrarøktarfrøðingar í føstum starvi og 25 vóru tímaløntir.
Á Klaksvíkar sjúkrahúsi vóru 49 størv og av teimum vóru 2,5 sett við tímaløntum fólki, og á Suðuroyar sjúkrahúsi vóru 2,5 tímalønt størv av tilsamans 24 størvum.
- Av tilsamans 342 størvum í heilsuverkinum í fjør, vóru sostatt 30 størv tímalønt, tað svarar til svarandi til 8,8%.
Karsten Hansen leggur afturat, at í fjør rindaðu tey trý sjúkrahúsini var 117,4 milliónir krónur og lønin til tímaløntar sjúkrarøktarfrøðingar var 10,8 milliónir krónur.
Sostatt var upphæddin til tímaløn starvsfólk í heilsuverkinum í fjør, 8,4% av lønarútreiðslunum.
Karsten Hansen sigur, at sostatt dugir hann ikki at síggja, at nakrir trupulleikar eru á hesum øki.
- At ein lítil partur, ella minni enn 9%, av sjúkrarøktarfrøðingunum í heilsuverkinum ikki eru í føstum starvi, men fáa tímaløn, er ikki ónatúrligt.
- Talan er fyrst og fremst um avloysarar, og avloysarum fer altíð at vera brúk fyri, sigur Karsten Hansen.