Karsten Hansen úr Norðoya Tjóðveldisfelag

Karsten Hansen hevur í dag meldað seg úr Norðoya Tjóðveldisfelag, sum harvið ásannar, at felagið ikki longur hevur umboð á tingi. Felagið heitir tí á Karsten Hansen um at leggja tingsessin frá sær, so felagið aftur fær ta umboðan aftur, sum felagið vann á seinasta løgtingsvali Norðoya Tjóðveldisfelag boðar í tíðindaskrivi í kvøld frá, at tað hevur hin 7. februar móttikið bræv frá Karsteni Hansen, har hann sigur frá, at hann ikki longur ynskir at vera limur í felagnum og eftirlíkar nevndin hesum.

Samstundis ásannar Norðoya Tjóðveldisfelag, at felagið ikki longur hevur umboð á tingi, tí heitir felagið á Karsten Hansen um at siga tingsessin frá sær, soleiðis at felagið fær ta umboðan aftur, sum flokkurin vann í undanfarna vali við 849 atkvøðum. Skrivið er undirskrivað av Nevndini í Norðoya Tjóðveldisfelag.