Karsten Hansen sleppur ikki at seta tiltiknu kunngerðina í gildið, sum bannar øllum innflutningi av tollfríum sigarettum og øðrum tubbaksvørum.
Men tað verður bara fyribils, tí somuleiðis eru útlit fyri, at hetta verður seinasta summarið, at føroyingar og ferðafólk kunnu keypa tollfríar sigarettir við sær í
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur annars lýst eina kunngerð, sum bannar øllum innflutningi av sigarettum og øllum øðrum tubbaksvørum frá 1. juli í ár.
Hetta hevur bæði loypt øði í ferðavinnuna og í restina av landsstýrinum og seinnapartin í gjár varð Karsten Hansen kallaður á fund við løgman og Bjørt Samuelsen, landsstýrsiskvinnu í vinnumálum.
Niðurstøðan á hesum fundinum er, at Karsten Hansen nú noyðist at lýsa eina nýggja kunngerð, har forboðið ímóti at innflyta tollfríar tubbaksvørur, verður útsett til 1. oktober.
- Vit komu ásamt um, at kunngerðin ikki skal koma í gildi fyrrenn tann 1. oktober, so at ferðavinnutíðin í summar verður av, áðrenn broytingar verða gjørdar og so at ferðavinnan fær stundir at tillaga seg, sigur løgmaður.
Hann sigur, at eftir hansara uppfatan, skuldi Karsten Hansen fara útaftur í fíggjarmálaráðið at venda støðuni nakrar ferðir og so skuldi hann venda aftur og kunngera, at gildiskoman er útsett til 1. oktober.
Sostatt verður tað ikki eitt krav, at kunngerðin heilt verður heilt slept, men einans at gildiskoman verður útsett.
- Vil hann í minsta lagi ikki útseta gildiskomuna, mugu vit taka málið uppaftur og so viðgerða vit tað víðari haðani frá.
Góðtekur ikki framferðina
Annars er tað greitt, at allar seinasta orðið er ikki sagt í hesum máli.
Bjørt Samuelsen sigur, hon tekur ikki undir við, at tollfría sølan verður bannað og í fyrstu atløgu vil hon hava kunngerðina heilt strikaða ella í minsta lagi vil hon hava gildiskomuna útsetta.
- Eg haldi, at vit kunnu máa støðið undan einum parti í ferðavinnuni, uttan at viðgerða tað í samgonguni.
Hon leggur afturat, at her er talan um eitt mál, sum røkkur rættiliga djúpt inn í vinnumálaráðið. Tí kann hon undir ongum umstøðum góðtaka, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum av sínum eintingum setir eina kunngerð í gildið, sum hevur so stóra negativa ávirkan á ferðavinnuna, uttan at vinnumálaráðið so mikið sum er eftirspurt.
- Landsstýrið kann rætt og slætt ikki arbeiða upp á hendan mátan og skal hetta verða arbeiðslagið, er tað ein stórur trupulleiki í samgonguni, leggur hon afturat.
Landsstýriskvinnan í vinnumálum sigur, at hon kennir onki til málið yvirhøvur og fyrstu ferð, hon frættir um tað, var í farnu viku og tað heitti løgmaður staðiliga á hann um at bíða við kunngerðini.
Kortini fer hann í sjálvdrátt og lýsir kunngerðina og tað er rættiliga alvorligt.
Men her er tað, at Bjørt Samuelsen og Karsten Hansen eru rúkandi ósamd.
- Karsten Hansen hevur ongantíð viðgjørt hetta málið á fundi, har eg havi verið til staðar, sigur Bjørt Samuelsen.
- Møguliga hevur hann ført tað fram á fundum, har eg ikki havi verið til staðar. Men taka eitt mál fram, tá ið landsstýriskvinnan ikki er til staðar, kalli ikki at viðgera tað.
Sjálvur er Karsten Hansen fulkomiliga ósamdur, tí hann segði við Rás2 í gjár, at tá ið fíggjarlógin, varð spurningurin til viðgerðar um at avtaka tollfríu søluna.
- Tað var semja um tað og inntøkurnar av tí eru sostatt við í inntøkugrundarlagnum á fíggjarlógini.
- Og landsstýrisfólkini vóru eisini skjót at brúka pengarnar.
Karsten Hansen sigur, at málið var eisini fyri á landsstýrisfundi í apríl og har vóru heldur ongar viðmerkingar.
Landstýrismaðurin í fíggjarmálum heldur, at tað er ikki fyrrenn nú, at limir í samgonguni eru farnir at leggja eitt øgiligt trýst á samgonguna, at rumbul kemur í.
Annars staðfestir hann, at hann hevur fulla heimild at seta kunngerðina í gildi uttan at tað skal viðgerðast í landsstýrinum.
Hinvegin skal hann kunna um ætlanina og tað hevur hann gjørt og tað vóru ongar viðmerkingar.