Karsten Hansen: Nú skulu børnini aftur í skúla

? Nú skal ein endi fáast á verkfallinum hjá lærarunum. Fæst ikki ein samráðingarloysn fyrsta dagin, verður málið lagt fyri løgtingið, sigur Karsten Hansen, sum er ikki sørt ørkymlaður av støðuni

? Nú skal ein endi fáast á hesum her, antin so ella so.

Tað sigur ein púra avgjørdur karsten Hansen.

Og tað, sum endi skal fáast á, er verkfallið hjá sáttmálasettu lærarunum.

Hann sigur, at nú eru tað bara tvinnir kostir í at velja, og báðir skulu føra til eitt úrslit fyrsta dagin.

?Antin verða skjótar samráðingar sum føra til eina semju fyrsta dagin.

? Eydnast tað ikki, verður málið lagt fyri tingið, sum síðani fer at enda verkfallið við lóg.

Endar tað við tí, væntar landsstýrismaðurin, at tað verður semingsuppskotið, sum verður lagt fyri tingið.

? Undir øllum umstøðum skal fólkaskúlin fáast aftur at virka fyrsta dagin, tí nú er tað við at vera evstamark fyri, hvat børnini yvirhøvur tola at missa av undirvísing, leggur hann afturat.


Hildin fyri gjøldur

Men Karsten hansen dylir heldur ikki fyri, at hann følir seg hildin eitt sindur fyri gjøldur av Lærarafelagnum

Vit hildu, at vit samráddust við eina nevnd, sum hevði ein myndugleika. Men nú vísir tað seg, at hon hevði púra ongan myndugleika at samráðast og tað haldi eg er serstakliga harmiligt.

Hann sigur, at nú eru 14 dagar síðani at semingsuppskotið varð lagt fram, men enn veit hann ikki, hvørja støðu, nevndin hevði til málið.

? Tað er ótrúliga langt úti, leggur hann afturat.

? Og tað sigur seg sjálvt, at lærararnir fóru at fella málið, tí hvat annað er at vænta, tá ið nevndin ikki so frægt sum kann mæla teimum til at taka undir við tí, spyr landsstýrismaðurin.

Uppgávan hjá nevndini mátti nettupp verið at vegleitt limirnar og mælt teimum til, hvønn veg, teir skulu fara.


Ein heilt onnur støða

Karsten Hansen sigur, at hann hevur verið hart ímóti at leggja málið fyri tingið.

? Men nú er støðan ein heilt onnur.

 ? Vit trúðu, at vit samráddust við eina nevnd, sum hevðiu myndugleika at samráðast. Men nú vísti tað seg, at hon hevði als ongan myndugleika. Sostatt hava vit í veruleikanum ongar samráðingar havt og tíðin er farin fyri skeyti.

? Niðurstøðan er tí, at vit nú hava sitið í eitt heilt ár og samráðst við eina nevnd, sum onga heimild hevur, og tað er ógvuliga harmiligt.

? Vit mugu bara ásanna, at nevndin í Lærarafelagnum var ikki sína uppghávu vaksin.

? Sostatt mugu vit umhugsa, at vit skulu gera, tí málið krevur eina skjóta loysn, tí nú er samfelagið hildið sum gissil nóg leingi.

Karsten Hansen sigur tí, at skulu samráðingar halda fram, skal tað verða púra greitt, at nevndin hevur tað neyðuga heimildina til at gera ein sáttmála.

? Annars verður ikki talan um at samráðast meir, tí at samráðast uttan mótpart einaferð afturat, tað geri eg ikki, tí tað er burturspilt tíð.

? Og fáa vit ikki eina skjóta samráðingarloysn, er bara ein vegur eftir og tað er at fara í tingið við málinum.

Men tað skilst eisini á landsstýrismanninum, at hann hevur ikki stórar vónir til, at samráðingar fara at føra til eina skjóta loysn.

Tí hann ivast í, um Lærarafelagið veit akkurát, hvat tað er, sum lærarnir eru ónøgdir við.

? Á atkvøðuseðlinum skuldu tey heilt einfalt svara antrin ja ella nei. Tí er tað trupult at vita, hvat lærararnir eru ónøgdir við.

? Tað er ikki til at vita, um tað er lønin hjá einstøku lærarunum, ella lønin hjá einstøkum bólkum, ella eru tað heilt onnur viðurskifti, spyr Karsten Hansen.

Karsten Hansen sigur, at nú má ein politisk niðurstøða gerast og tað er hetta, sum samgongan fer at brúka vikuskiftið til. Nær málið møguliga verður lagt fyri tingið, dugir hann ikki at siga, men tað at tað verður ein av allar fyrstu døgunum, sigur Karsten Hansen.