- Eg fari at heita á Karsten Hansen, landsstýrismann, um at seta seg inn í málið og sum skjótast fáa í lag eina loysn. Tað sigur Rósa Samuelsen, løgtingskvinna fyri Sambandsflokkinum og talskvinna hjá flokkinum í almanna- og heilsumálum.
Landssjúkrahúsið hevur søkt eftir leiðandi yvirlækna til psykiatrisku deild á Landssjúkrahúsini. Leiðandi yvirlæknin seinastu nógvu árini, Tórmóður Stórá, søkti starvið, men hann varð ikki settur. Hann var einasti umsøkjari og Landssjúkrahúsið hevur tað prinsipp, at er bara ein umsøkjari til eitt slíkt starv, skal tað lýsast leyst av nýggjum.
Fyrr í dag gjørdi Bill Justinussen, tingmaður fyri miðflokkin, vart við seg her á in.fo og hann er í øðini inn á leiðsluna á Landssjúkrahúsinum.
Les eisini: Tað rann mær kalt niðureftir rygginum
Og í kvøld stúrir Rósa Samuelsen fyri, at leggur Karsten Hansen ikki uppí, er vandi fyri, at koma at liggja í leiðsluloysið á Psykiatriska Deplinum. - Hvat um ongin umsøkjari er næstu ferð, ella bara ein umsøkjari søkir starvið aftur? - Skal so haldast fram við at søkja, spyr hon.
Hon staðfestir, at á psykiatriska økinum er støðufesti eitt krav og at økið má virka ótarnað av skiftandi leiðslu og øðrum.
- Hevur ein fylgt við á psykiatriska økinum, eru markantar broytingar hendar, og forstáilsi millum fólk um sálarsjúku er nógv broytt. - Sálarsjúka er tíbetur javntsett við aðrar sjúkur, sum eisini krevja skjóta viðgerð.
Rósa Samuelsen ivast onga løtu í, at Tórmóður Stórá hevur verið við til hesar broytingar.
|
- Hann og hansara starvsfólk hava gjørt eitt megnar arbeiði, sigur hon.