Karsten Hansen havt blóðpropp

Fyrrverandi topp-politikarin hevur tað gott nú, men hann hevur fyribils lagt tað politiska arbeiðið niður

Karsten Hansen, fyrrverandi landsstýrismaður, og løgtingsmaður, er ikki longur ein partur av virkna politiska arbeiðnum hjá Miðflokkinum.

 

Tað upplýsti Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin, á landsfundinum hjá Miðflokkinum í dag.

 

Orsøkin til tað er, at hann hevur havt blóðpropp fyri nøkrum vikum síðani, og varð lagdur undir skurð á Ríkissjúkrahúsinum.

 

- Hann hevur havt tað turbulent  men eg tosað við hann í fyrradagin, og hann hevur tað ordiliga gott nú, upplýsti Bill Justinussen frá Karsten Hansen.

 

Hann sigur, at tey hava verið ómetaliga takksom fyri samstarvið, tey hava havt við Karsten Hansen, bæði í Løgtingi og sum landsstýrismaður í heilsumálum.

 

- Tað er væl trúligt at hann sæst aftur í tingi, tí hann er varamaður á tingi, leggur hann afturat.

Karsten Hansen varð nevniliga triðvaldur hjá Miðflokkinum við 206 atkvøðum, eftir Jenis av Rana og Bill Justinussen.

 

Tekur Karsten Hansen seg heilt úr politikki, verður tað Rani Andrasson Skaalum, sum verður varamaður, hann fekk 77 atkvøður.

 

Á landsfundinum í Miðflokkinum viðurkendi Mia av Kák Joensen, floksstjórnarleiðari,

eisini ta stóra arbeiðið, Karsten Hansen hevur gjørt fyri Miðflokkin, ikki minst sum landsstýrismaður fyri flokkin, men eisini fyri hansara politiska arbeiði í flokkinum sum heild.

 

- Hann hevur av álvara stríðst fyri Miðflokkin og tey vóna eisini at síggja hann aftur í flokkinum, sigur hon.

 

Karsten Hansen er 71 ára gamal. Hann kom upp í landspolitikk í 1998, tá hann gjørdist fíggjarmálaráðharri fyri Tjóðveldi fullveldissamgonguni. Hann helt fram sum fíggjarmálaráðharri í seinnu fullveldissamgonguni frá 2002 til 2003.
 

Karsten Hansen varð valdur á ting fyri Tjóðveldi aftan á tíðina sum landsstýrismaður í 2004. Men hann fór seinni úr Tjóðveldi sum mótmæli ímóti, at Tjóðveldi tók undir við broytingunum í grein 266b í revsilógini, sum gekk út uppá, at hendan lógargreini eisini skuldi verja samkynd.
 

Við valið í 2008 varð hann valdur á ting fyri Miðflokkin. Hann gjørdist landsstýrismaður í fíggjarmálum fyri Miðflokkin frá februar til september í 2008.
 

Hann fall á valinum í 2011, men gjørdist landsstýrismaður fyri Miðflokkin. Hann varð heldur ikki afturvaldur á valinum 1. september í ár, og er tí ikki politikari longur, men sum sagt, er hann varamaður á tingi.
 

Áðrenn hann kom upp í landspolitikk var hann virkin í kommunalpolitikki í Klaksvík. Hann sat í býráðnum frá 1989 til 1998.

 

Hann er annars ættaður úr Søldarfirði og útbúgving løgreglumaður.