Semingsuppskotið liggur hægri enn tað, sum landsstýrismaðurin metir vera búskaparliga og fíggjarliga skynsamt í løtuni. Kortini valdi landsstýrismaðurin at góðkenna uppskotið til tess at fáa semju í fastlæstu støðuni og til tess at fáa enda á óhepna arbeiðssteðginum. Hartil vil landsstýrismaðurin geva týðilig tekin um, at lønarviðurskiftini og arbeiðskorini á almenna arbeiðsmarknaðinum skulu betrast framyvir og leggjast í trygga legu.
Semingsuppskotið ber í sær ein tvey ára sáttmála, sum hevur eina hækking uppá tilsamans 6,5%, umframt virðið av karensdøgunum:
? Lønarvøksturin, sum øll fáa er 5,4 % (2,7 % 1. mars Í ár og 2,7 % Í mars næsta ár)
? Harumframt eru umflokkingar uppá tilsamans 1,1%.
? Afturat hesum vil landsstýrismaðurin tryggja, at uppskot verður lagt fyri løgtingið um at avtaka lógina um karensdagar.
Landsstýrismaðurin fegnast um tey framstig, sum semingsuppskotið ber í sær, og at lógin um karensdagar sum partur av uppskotinum skal setast úr gildi.
Landsstýrismaðurin hevur toygt seg langt fyri at finna eina virðiliga semju. Tískil var tað sera óvæntað, at Starvsmannafelagið vrakaði semingsuppskotið.
Hetta harmast landsstýrismaðurin almikið um. Úrslitið er verkfall, sum ber í sær stórar fíggjarligar og menniskjaligar avleiðingar fyri fólk kring landið, landsins almennu stovnar, vinnulívið og samfelagið alt.
Tórshavn, tann 2. apríl 1999
Karsten Hansen
landsstýrismaður