Karsten Hansen fer at svara ávaring

- Øll fáa svar frá mær og tað fáa læknarnar eisini, sum ávara meg ímóti at stovna dialysu í Klaksvík


- Tey hava sent mær eitt bræv og eg fari at svara teimum.

Tað sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum.

 

Í gjárkvøldið hava 18 føroyskir læknar, sum útbúgva seg til serlækna uttanlands, sent Karsten Hansen bræv, har teir staðiliga mæla honum frá at stovna dialysuviðgerð í Klaksvík, soleiðis sum hann hevur ætlað.

 

Læknarnir siga, at verða broytingar av hesum slag settar í verk, er ikki óhugsandi, at serlæknar setast aftur og vera verandi uttanlands, vegna hesar fakligu ónøktandi arbeiðsumstøður, siga teir 18 læknarnir.

 

Les, hvat læknarnir siga við at trýsta HER

 

Teir siga, at tá ið talan er um dialysuviðgerð, eru fleiri viðurskifti sum gera seg galdandi, sum tala beinleiðis tala ímóti at gera fleiri dialysudeildir í Føroyum.

 

Karsten Hansen sigur, at hann hevur ikki havt stundir at trálesa skrivið frá læknunum enn.

Men hann staðfestir, at tey fara at fáa eitt svar.

- Tey hava skrivað mær eitt bræv. Øll fáa svar frá mær og tað fáa læknarnir eisini, sigur landsstýrismaðurin.

Men hann sigur, at fer at brúka nakrar dagar at trálesa brævið frá læknunum og at svara teimum aftur.

Men um hetta fær hann at taka ætlanina aftur um at skipa dialysuviðgerð í Klaksvík, hevur hann onga viðmerking um.

- Tað var ongantíð ætlanin at skipa eina nýggja dialysudeild á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, sigur hann.

Tvørtur ímóti er ætlanin at hava tað sum ein part av viðgerðini á landssjúkrahúsinum, har serlæknin á landssjúkrahúsinum hevur umsjónina við viðgerðini

- Tað er væl kent aðrastaðni at skipa viðgerðir soleiðis, har ein serlækni á einum stórum sjúkrahúsi hevur eftirlit við viðgerðum, sum verða staðsettar aðrastani, har tað eisini eru serkøn fólk, sum geva viðgerðina.

 

Annars heldur hann, at tað er altíð hugaligt, at fólk hava áhugað í heilsuverkinum í Føroyum.

Men at eitt mál sum hetta skal fáa tey at aftra seg við at koma aftur til Føroya at arbeiða, skilir hann ikki rættiliga.

 

Men annars er tað ein persónlig avgerð, hvar fólk søkja sær arbeiði, leggur hann afturat, men tey skulu vera hjartaliga vælkomin til Føroya at arbeiða, og tað vóni eg, at tey koma, sigur Karsten Hansen.