Karsten Hansen:Ein persónligur blokkur

?Ætlanin hjá Javnaðarflokkinum hevur einki við frítt initiativ at gera. Nú skulu øll tvingast til at gerast partaeigarar, sigur Karsten Hansen, sum persónliga heldur lítið um ætlanina at geva øllum føroyingum partabrøv í Føroya Banka

Karsten Hansen er í hesum døgum staddur í Danmørk. Hann var fríggjadagin á fundi við danska økonomi-ministaran Bendt Bendtsen. Fundurin teirra millum er ein árligur fundur, har tosað verður um ymisk peningalig viðurskifti, tí talan í stóran mun er um danskt málsøki.
Vit fangaðu Karsten Hansen á fartelefonini í hýruvogni á veg til fundar við Bendt Bendtsen.

Persónligur blokkur
Spyrt tú Karsten Hansen, landsstýrismann í fíggjarmálum, so er ætlanin at privatisera Føroya Banka á tann hátt, sum Javnaðarflokkurin hevur skotið upp, við at geva øllum føroyingum partabrøv eitt vánaligt hugskot.
?Teir kunnu fyri sovítt hava rætt í tí, at tað eru allir føroyingar, sum eiga Føroya Banka. Hendan ætlanin hevur tó einki við frítt initiativ at gera, sigur Karsten Hansen.
Hann kallar ætlanina hjá Javnaðarflokkinum fyri at ?forera?, geva burtur, Føroya Banka.
?Nú skulu tvingast øll tvingast til at eiga partabrøv, sigur Karsten Hansen.
Fíggjarmálaráðharrin sigur, at tey ikki enn hava viðgjørt málið innanhýsis í Tjóðveldisflokkinum, men hann er persónliga ikki fyri ætlanini hjá Javnaðarflokkinum, sum Fólkaflokkurin eisini hevur víst seg at vera positivt innstillaður yvirfyri.
?Vit eru í gongd við eina búskaparliga menning. Vit arbeiða við at minka um blokkin úr Danmark, men við hesari ætlanini, so fáa allar føroyingar sín egna persónliga blokkstuðul. Afturat hesum koma so eisini møguligar oljuinntøkur, sum kanska eisini skulu deilast út, so verður tað ikki gott at vita, hvat tað endar við, sigur Karsten Hansen.

Vera á varðhaldi
Í Sosialinum í gjár sigur forstjórin í Føroya Banka, Jørn Astrup Hansen, at klár tekin eru um byrjandi ovurhitan av búskapinum.
?Eg eri samdur við honum í tí, at tekini eru til staðar. Tað er av stórum týdningi, at vit eru á varðhaldi, sigur Karsten Hansen.
Hann vísir á, at teir í longri tíð hava fingið ábendingar um, at búskapurin kann gerast ovurupphitaður. Fíggjarmálaráðharrin tekur hesin tekini í stórum álvara, og hann er til reiðar at taka neyðugt stig. Talan er verður kortini ikki um nakra skattahækking í næstum. Hann heldur somuleiðis, at íløgurnar hjá tí almenna eru varðisliga lagdar til rættis, og tær eru ov stórar, metir Karsten Hansen. Hann nevnir í sama viðfangi, at í tráð við royndarnar ikki at ovurhita búskapin hava kommunurnar eisini fingið álagt eitt íløguloft, hóast fleiri teirra kanska eiga fleiri pengar tøkar, men tað er týdningarmikið, at nýtslan ikki gerst ov stór.
?Vil man samstundist lækka skattin, brúka meiri pening til íløgur og forera fyritøkur burtur, so fara vit skjótt á húsagang, sigur Karsten Hansen
Hvat skulu vit so vænta, at fíggjarmálaráðharrin fer at gera?
?Man skal vænta tað, at hann fer at tryggja, at dagligdagurin ikki skal broytast hjá føroyingum. Tað verður einki populistiskt, sigur Karsten Hansen.