Eftirløn til landsstýrismenn
- Tað er heilt burturvið, at politikarar skulu hava eina nógv betri eftirlønarskipan enn øll onnur í samfelagnum.
Tað heldur Karsten Hansen, sum er formaður tjóðveldisfloksins í almennum lønarmálum.
Hann sigur, at politikarar eru ein partur í samfelagnum og teir eiga at vera solidariskir við øll hini í samfelagnum.
- Tí eiga politikarar heldur ikki at lóggeva niður í sín egna lumma og geva sær sjálvum eina eftirlønarskipan, sum er nógv betri enn nakar annar í samfelagnum hevur.
Karsten Hansen sigur, at tað var eisini orsøkin til at hann sýtti fyri at broyta eftirlønarviðurskiftini hjá landssýrismonnum, tá ið hann sjálvur sat á kassanum í fíggjarmálaráðnum og løgtingið hækkaði lønirnar og eftirlønirnar hjá løgtingsmonnum.
Og tað er eisini orsøkin til, at hann var ímóti, at løgtingið nú hækkaði eftirlønina hjá landsstýrinum, beint áðrenn tað fór í summarfrí.
Løgtingið hækkaði í farnu viku eftirlønina hjá landsstýrismonnum. Men tað varð gjørt við afturvirkandi kraft frá 1998 at rokna. Tað merkir, at allir landsstýrismenn, sum eru valdir síðani 1998 koma undir skipanina og hjá teimum landsstýrismonnum, sum sita nú, verður 1998 brúkt sum grundarlag.
Sostatt hevur eisini Karsten Hansen fingið ágóðan av hesum, tí hetta ger, at hansara egna eftirløn hækkar munandi.
-Tað irriterar meg út um alt mark, tí eg haldi at tað er skeivt. Tað er ílagi, at vit fáa løn í okkara arbeiði, men tá ið ið vit fara úr politikki, eru vit vanligir borgarar aftur á jøvnum føti við øll onnur. Og tá ið vit bjóða okkum fram í politikki, kenna vit treytirnar og tað er heilt órímiligt, at vit bøta um treytirnar aftaná, at vit eru komin upp í politikk til okkara egna fyrimun og tað við afturvirkandi kraft afturat.
Annars hækkaði Løgtingið lønirnar hjá løgtingslimum síðst í nítiárunum, men Karsten Hansen sigur, at tað var ikki við hansara vilja, tí hann var ímóti tí.
Men nú kemur so eitt løgting fleiri ár seinni og sigur, at eg skal hava eftirløn fyri tey seks árini, eg havi sitið í Landsstýrinum og tað smakkar mær ómetaliga illa.
- Eg fái tað ikki at samsvara, at vit skulu biðja fakfeløg vísa hógv og samfelagssinni, samstundis sum vit sjálvir hækka okkara egnu lønir og okkara egnu eftirlønir munandi.
Skulu hava skipað viðurskifti
Karsten Hansen ásannar, at vit skulu hava skipað viðurskifti á økinum og í so máta er tað rætt at javntseta eftirlønina hjá løgtingslimum og landsstýrismonnum.
- Men at lóggeva við afturvirkandi kraft til frama fyri seg sjálvan og ein heilt lítlan bólk í samfelagnum, er grundleggjandi skeivt.
Hann vísir á, at øll onnur í samfelagnum brúka yvir 30 ár av sínum arbeiðslívi til at koma upp á hægstu eftirløn.
-Tí dugi eg ikki at síggja nakað rímiligt í, at landsstýrismenn og løgtingsformaðurin skulu koma upp á fulla eftirløn longu eftir átta árum og vanligir løgtingsmenn eftir bara 16 árum.
- Sostatt hava politikarar eina munandi betri eftirlønarskipan enn nakar annar í samfelagnum og tað er heilt órímiligt at vit skulu hava ein nógv betri eftirlønarskipan enn tey, sum vit liva ímillum í samfelagnum.
Framsøgumaður tjóðveldisfloksins staðfestir eisini, at nógvir politikarar hava eina merkiliga støðu til spurningin um lønir og eftirlønir til politikarar.
- Tá ið spurningurin var uppi seinast fyri einum trimum árum síðani, beint áðrenn hendan samgongan kom til, legði Jóannes Eidesgaard dent á, at javnaðarflokkurin fór aldrin at hækka eftirlønirnar hjá landsstýrismonnum, fyrrenn eftirlønirnar hjá øllum øðrum samfelagsbólkum var fingin í rættlag. Tá fall málið.
- Og tá ið lønirnar hjá løgtingslimum vórðu hækkaðar fyri einum átta árum síðani, var tað formansskapurin, sum legði uppskotið fyri Løgtingið. Men tá var tað eitt ófrávíkiligt krav frá sambandsfloksins umboði í formansskapinum, at tað skuldi ikki leggjast fram, fyrrenn allur formansskapurin varð samdur.
- Tað endaði eisini við, at formansskapurin varð samdur og eisini sambandsfloksins umboð skrivaði undir at leggja tað fram.
- Men tá ið sambandsflokkurin hevði tryggjað sær, at uppskotið kom á Løgting, spældi hann fríspæl og atkvøddi ímóti.
- Og nú málið um eftirlønirnar hjá landsstýrismonnum var fyri í farnu viku, kundi sambandsflokkurin felt uppskotið vissi hann vildi, men hann atkvøddi blankt og syrgdi fyri, at tað varð samtykt, sigur Karsten Hansen.