Karsten Hansen ber ósannindi

Í Sosialinum leygardagin skuldsetti fíggjarmálaráðharrin Karsten Hansen landsverkfrøðingin og Vinnumálaráðið fyri at hava borið seg ov seint at í sambandi við umbøn til eykajáttan til verkætlanina við Norðoyatunnlinum. - Karsten ber beinleiðis ósannindi, sigur Bjarni Djurholm, vinnumálaráðharri

Nakað av stríði hevur staðist í gongdini við ognan av privata lendinum í Klakskvík, har vegagerð skal gerast í næstum frá komandi tunnilsmunnanum til landsvegin.
Karsten Hansen, fíggarmálaráðharri, segði leyagardagin í Sosialinum, at privateigararnir eftir røttum langt síðani skuldu fingið boð frá landsverkfrøðinginum gjøgnum brøv, umframt at umbøn til eykajáttan frá Vinnumálaráðnum til Norðoyatunnilin kom sera seint.

- Beinleiðis ósannindi
Hesum vísir vinnumálaráðharrin, Bjarni Djurholm, aftur.
- Karsten skuldi sópað fyri egnum dyr fyrst, tí tað er ongum øðrum enn honum sjálvum at takka fyri, at peningur enn ikki er tøkur til keyp ella ognartøku av jørðini í Klaksvík í sambandi við Norðoyatunnilin.
Bjarni Djurholm vísir á, at Vinnumálaráðið langt síðani hevur vent sær til Fíggjarmálaráðið, og eykajáttanin, sum í løtuni verður bíðað eftir, er triðja umbønin frá Djurholm og co.

Játtanin fall burtur
Bjarni Djurholm vísir á, at Fíggarmálaráðið ikki tóktist arbeiða serliga álvarsamt við umbøn teirra um eykajáttan til keyp av lendi til vegagerð.
- 22. oktober 2002 søktu vit um pening at útvega jørð til vegagerð í Klaksvík, men tá eingin peningur var játtaður, og tað leið út ímóti ársskiftið og nýtt fíggjarár byrjaði, eydnaðist ikki landsverkfrøðinginum at gera avtalu um keyp av lendi, tí peningurin ikki var á fíggjarlógini 2003. Tískil fall játtanin burtur, vísir Bjarni Djurholm á. Hann leggur afturat, at talan bert var um umleið 200.000 krónur samanborið við samlaðu verkætlanina á 3-400 mió. krónur.

Enn ein noktan
Í nýggja árinum fór Vinnumálaráðið aftur undir at útvega neyðuga peningin til ognan av jørð í Klaksvík, so Landsverkfrøðingurin kundi fara í holt við keyp ella ognartøku av jørðini umframt at upplýsa privateigararnar við brøvum.
Seint í februar varð næsta umbøn í Fíggjarmálaráðnum, og við tað at gamla Ternan var sett á sølulistan fyri nakað niðanfyri eini hálvari millión, var talan ikki um stórvegis útreiðslur, Vinnumálaráðið bað um.
- Men 4. mars legði Karsten Hansen fram uppskot um eykajáttanarlóg, og peningurin til Norðoyatunnilin varð ikki tikin við, sum landsverkfrøðingurin so harðliga hevði brúk fyri til ognan av lendinum í Klaksvík.

- Karsten skuldina
Hetta er frágreiðing og aftursvar Bjarna Djurholms til seinkanina við arbeiðinum at gera fast samband tvørtur um Leirvíksfjørð, og í løtuni verður bíðað eftir, hvussu triðja umbønin frá Vinnumálaráðnum verður móttikin í Fíggjarmálaráðnum.
- Beint áðrenn summarfrítíðina søktu vit so fyri triðju ferð um pening til Norðoyatunnnilin fyri august 2003, og vónandi fáa vit hesaferð peningin til vegagerðina frá ætlaðu rundkoyringini og til Oyravegin.
Bjarni Djurholm vísir á, at við útsøgnum Karsten Hansens í Sosialinum leygardagin eru beinleiðis ósannindi borin fram við upplýsingum, sum als ikki samsvara veruleikanum í hesum máli.
- Tað er ógvuliga harmiligt, at ein landsstýrismaður á slíkan hátt vaskar sær um hendurnar og koyrir skuldina yvir á landsverkfrøðingin og Vinnumálaráðið, og sjálvsagt kunnu vit ikki lata tað fara aftur við borðinum, eru seinastu orðini hjá einum bersøgnum Bjarna Djurholm um framferðarháttin hjá Karsteni Hansen, fíggjarmálaráðharra.