Karsten Hansen aldrin verið so veikur sum nú

? Vit hava hava fleiri tilboð um at leiga skip ístaðin til vaktarhald og bjarging á sjónum fyri Brimil, og teir møguleikarnir verða nú kannaðir, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum

 

Trygd á sjónum


? Eg skilji onki avhesum longur. Men nú er støðan so álvarslig, at okkurt má henda.

Jørgen Niclasen, Landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sigur, at hann veit ikki, hví málið um Brimil ikki kemur fyri í tinginum.

Karsten Hansen legði uppskot fyri tingið um at loysa ósemjuna um lønina hjá manningini á Brimli. Hann boðaði frá, at málið hevði slíka skund, at hann fór at biðja tingið víkja frá tíðarfreisitini, fyri at fáa tað skjótari avgreitt.

Men so steðgaði málið og tað kom ongantíð til viðgerðar í tinginum. Og tað stendur heldur ikki á skránni fyri tingfundin týsdagin, so enn er óvist, hvørja lagnu, uppskotið fær.

Jørgen Niclasn sigur, at hann hevur spurt seg fyri, men hann fær onki at vita um, hví málið ikki kemur fyri tingið.

Sjálvur hevur Karsten Hansen sagt, at orsøkin er, at hann vil hava alla samgonguna at taka ábyrgd av málinum og at tað er útsett, eftir at einstakir tinglimir eru farnir at seta spurnartekin við ætlanina.

Jørgen Niclasen heldur, at hetta er tann veikasta støðan, sum Karsten Hansen kundi koma í.

?Hann hevur lagt málið fyri tingið, men tað kemur ikki til viðgerðar, tí hann stúrir fyri avleiðingunum. Hetta er at fortelja fakfeløgunum, at Løgtingið vil onki gera við málið og tað fremur ikki samráðingarhugan hjá teimum, sigur Fiskimálaráðharrin. Sostatt tykist tað nú greiðari enn nakrantíð, at tað fæst ongin samráðingarloysn.


Vilja leiga

Jørgen Niclasen at nú er støðan við at vera heilt álvarslig og tí er tað neyðugt at kanna aðrar møguleikar.

? Várróðurin er byrjaður og yvirhøvur veksur virksemið undir Føroyum ímóti vári. Tí er tað er sera óheppið, at vit mangla eitt skip, tí so er trygdin tilsvarandi skerd og eftirlitið somuleiðis.

Tí kannar Fiskimálastýrið nú møguleikan fyri at leiga eitt annað vaktarskip, ístaðin fyri Brimil.

Hann sigur, at Fiskimálastýrið hevur fleiri tilboð um skipm, sum kunnu leigast og hetta verður í kannað í løtuni. Men enn er onki avgjørt og tað veldst sjálvandi um, antin Brimil kemur í sigling skjótt, ella ikki.

Spurningurin er so, hvat hendur við Brimli um tað ikki eydnast at loysa málið nú

? Ein møguleiki, vit hava, er at vit leiga eitt annað skip og leiga Brimil út samstundis. Vit skulu eisini hava eisini eina fíggjarliga játtan, sum skal halda og tí kann tað koma uppá tal at leiga Brimil út.

Fiskimálaráðharrin skilir ikki gongdina í Brimlamálinum.

? Eitt krav um at fáa 40% í lønarhækking, sum Skipara- og Navigatørfelagið hevur tvíhildið um, kann ikki takast í álvara. Tí kann eg ikki lata vera við at fáa allar møguligar tankar um, antin nakað annað býr aftanfyri, um tað er politiskt, ella ikki. Eg sigi ikki, at tað er so, men hetta er so langt úti, at eg kann ikki lata vera við at fáa allar møguligar tankar, sigur Jørgen Niclasen.