NSÍ hevur gjørt avtalu við 23 ára gamla danska spælaran, Karsten From, og er avtalan galdandi fyri restina av hesum kappingarárinum.
Frammanundan hevur hann síðani fyrst í februar spælt 16 dystir við HB og skotið 9 mál í lands- og steypakapping.
Áðrenn hann kom til Føroya, var Karsten From fulltíðarspælari í danska superligufelagnum, FC Midtjylland, har hann var í tvey ár og spældi tíggju dystir á besta liðnum.
NSÍ fegnast um avtaluna við Karsten From, tí við honum er 1. deildarhópurin vorðin enn breiðari og sterkari, nú farast skal undir endaspurtin í landskappingini.