Karsten fer á fund við Paula

- Avgerðin um, hvar heilsudeplarnir skulu vera, verður tikin í vár. Og tí haldi eg tað sjálvandi vera skilagott at vestmenningar bíða við at byggja læknamiðstøð beint nú, sigur Karsten Hansen

- Avgerðin um, hvar heilsudeplarnir skulu vera, verður tikin í vár. Og tí haldi eg tað sjálvandi vera skilagott at vestmenningar bíða við at byggja læknamiðstøð beint nú, sigur Karsten Hansen.

 

Landsstýrismaðurin í heilsumálum vil ikki hava sitandi á sær, at hann steðgar nakrari ætlan um at byggja læknamiðstøð í Vestmanna.

 

- Tann avgerðin liggur sjálvandi hjá Vestmanna Kommunu, sigur Karsten Hansen og heldur fram:

 

- Men í samband við heilsunýskipanina arbeiða vit við at skipa landið í 5-7 sterkar eindir við hvør sínum heilsudepli. Avgerðin um, hvar deplarnir skulu liggja, verður tikin í vár. Og tí haldi eg tað vera skilagott at bíða við at byggja, til tann avgerðin er tikin, sigur Karsten Hansen.

 

Landsstýrismaðurin í heilsumálum sigur seg longu hava tosað við fleiri kommunur, og hann sigur seg somuleiðis vera fúsan at tosa við Vestmanna Kommunu.

 

- Eitt høvuðsendamál við heilsudeplunum er samstarv. Samstarv millum kommunurnar, og samstarv millum læknar og heilsustarvsfólk annars. Vit skulu skapa nakrar góðar og sterkar eindir, har tað eisini er attraktivt at arbeiða, sigur Karsten Hansen og minnir á, hvussu trupult tað nógvastaðni er at manna verandi kommunulæknastørv.

 

Karsten Hansen ásannar, at avgerðin um hvar heilsudeplarnir skulu liggja, í síðsta enda liggur suverent hjá landsstýrismanninum í heilsumálum.

 

- Men eg fari so at leggja meg eftir, at hetta skal gerast í góðum samstavi við kommunurnar, sigur Karsten Hansen.

 

Landsstýrismaðurin í heilsumálum vil tí ikki frammanundan útihýsa nakrari kommunu. Heldur ikki Vestmanna.

 

- Nei, í princippinum kann ein heilsudepil eisini liggja í Vestmanna. Men enn hava vit ikki tikið avgerð um, hvar deplarnir skulu vera. Og tí er tað, at eg haldi tað vera rættast hjá Vestmanna Kommunu at lata vera við at fara út í eitt byggjarí, sum kanska kemur at síggja heilt øðrvísi út um nakrar mánaðir. Tað er so bara mín meining um málið, sigur Karsten Hansen.

 

Við in.fo í gjár harmaðist Pauli T. Petersen um støðuna. Borgarstjórin í Vestmanna kendi seg vera komnan í ringa støðu av støðuni hjá Heilsumálaráðnum.

 

- Boðini frá Heilsumálaráðnum í vikuni kunnu illa skiljast øðrvísi enn at eingin av hesum heilsudeplum verður bygdur í Vestmanna, sigur Pauli T. Petersen.

 

Vestmanna Kommuna hevur í longri tíð fyrireika seg til at byggja eina nýggja læknamiðstøð í bygdini. Á bygdaráðsfundi mikukvøldið skuldi kommunan taka endaliga støðu til at bjóða arbeiðið út. Men nú er tann ætlanin fyribils útsett.

 

Les eisini: Heilsumálaráðið steðgar Vestmanna