Karsten er nú ÍF´ari

Klaksvíkingurin, sum eisini áður hevur spælt við ÍF, hevur gjørt sáttmála fyri komandi kappingarárið

Stutt fyri nýggjár skrivaði sportalurin, at alt bendi á, at Karstin Joensen fór at standa í ÍF-málinum í 2006.
Nú verða tíðindini so váttað, og við hesum hava fuglfirðingarnir tryggjað sær málverja til kappingarárið. Karstin spældi eisini við ÍF í 2004. Í fjør var hann aftur í KÍ, men har eru nú tveir aðrir málverjar at kappast við, og tí hevur Karstin tikið ÍF framum í ár. Ikki minst, tí ÍF eisini hevur boðað frá, at tey hava sóknast eftir einum málverja.